Rættarmálið móti einum kongolesa í Føroya Rætti tykist gerast nógv drúgvari, enn roknað var við. Longu eftir fyrstu sessiónina er greitt, at týsdagurin má takast í brúk eisini Klokkan 9 fríggjamorgunin byrjaði rættarsakin móti einum 45 ára gomlum manni úr Kongo, sum er ákærdur fyri í fjør at hava framt 8 lógarbrot í sambandi við hvítvaskan av peningi.
Maðurin, sum hevur fast uppihaldsloyvi í Belgia, var í Føroyum í fjør summar, og her hevur hann stovnað konti í føroyskum peningstovnum, sett stolnar kekkar inn, fyri síðani at taka reiða peningin út aftur.
Fram til døgurða ? og evstamark hjá blaðnum ? vóru bert trý av teimum átta ákærunum, sum førdar eru fram móti kongolesaranum, avgreiddar. Tær tríggjar snúðu seg um stovnan av konto í Suðuroyar Sparikassa við tí fyri eyga, at vaska pening hvítan, í øðrum lagi innsetan av einum kekki í Suðuroyar Sparikassa áljóðandi 81.779,62 evrur, fyri smáar tríggjar vikur seinni at taka út 300.000 krónur úr sama peningastovni, og sama dag at taka út 40.000 evrur úr Føroya Banka.
Triðja ákæran snýr seg um at veksla 100.000 krónur í føroysku seðlum um til evrur í Change Group í Keypmannahavn.
Tilsamans er maðurin ákærdur fyri at hava svikað fyri 1,2 milliónir krónur.
Ákærdi noktar seg sekan í øllum ákærunum.