Tá "Úr bygd í bý" á vitjan í Vestmanna stakk innar á gólvið hjá Mariu á Heygum, var blíðskapurin í hásæti. Komnir framvið stóra kjálkabeininum av hvali, ið verður nýtt sum bonkur í aldingarðinum, stóð fyri okkum 75 ára gamli unglingin blíð og týð í hugnaligu stovuni, við nýbryggjaðum kaffi og heitum bollum og køku.
Stovan er ikki merkt av, at minst tvær stórar innbúgvfyritøkur hava húsast í høvuðsstaðnum í áttatiárunum. Heldur eru tað eldri og vakrir møblar, ið setta dám á. Sovorði, sum kanska einaferð er keypt í útlondum. Tungir og myrkir møblar, ið mótvegis nýggjari træsprekunum, sum í dag fáast fyri lítið og lætt, saktans halda langt inn í næstu øld, uttan at fána.
Svimur á vágni
Og tað sama kann sigast um Mariu. Hon er ein vøkur eldri kvinna, ið ber síni 75 ár við yndi. Møguliga kemst hetta av, at hon dagliga hevur svomið í kalda Atlantshavinum. Tað hevur hon gjørt, síðani hon var barn og hon ger tað enn. Maria sigur, at tað kennist so gott fyri likam og sál.
Onkutíð hevur hon havt fólk at halda eyga við sær, tá veðrið ikki hevur verið av tí besta, men sjálvt vaksnir menn hava játtað hesum, men við teirri treyt, at teir sleppa at vera innandurða.
Onkur skemtilig søga hevur eisini staðist av, at Maria hevur flotið á vágni. Einaferð kom ein maður rennandi til mann hennara, tí eitt fólk fleyt á sjónum, men hann bað viðkomandi bert taka tað róligt og lata liggja, og segði, at hetta var bert kona sín.
Eina aðru fer sá hon mann sín standa á bryggjuni við byrsu. Hon visiti ikki, um hann var vorðin óður í høvdinum, men tá hon kom á land spurdi hann hana, um hon ikki hevði sæð tveir kópar, ið fylgdu henni á leið. Tað hevði hon ikki lagt til merkis, men hann greiddi frá, at hetta var ein stórur kópur og ein minni, ið fylgdu henni á leið og av og á reistust, fyri líkasum at eygleiða hana.
Liggur væl fyri
Maria er ikki ein, ið ger burt úr sær sjálvari, og hon leggur dent á, at eisini eru onnur, ið dáma væl at fáa motión. Hon nevnir Birgit Lamhauge, ið gongur nógv og eisini kann fara ein túr á vágni.
Hóast Maria nærum er 75 ár, so ber hon seg væl, og fýrir ikki fyri at fara á bláman. Hóast kalt var í veðrinum, og kavin lá oman í bøgarðarnar, tá vit týsdagin vitjaðu innar á gólvið hjá Mariu, so helt hon seg sum einki til at fara ein túr á sjógv.
Og væl liggur fyri. Tað er bert ein lítil løta, so hevur hon skift og kemur niður trappurnar í baðikápu og svimjidrakt innanundir. So er bert at halda leiðina yvir um vegin og oman millum neystini.
Ikki er ráðiligt at gera nakran langan túr í slíkum veðrið, tí so kólnar kroppurin, heldur Maria, sum tó loypir á bláman og tekur eini 30-40 tøk. Einir 2 til 4 minuttir ganga, til hon aftur er á turrum, væl til passar. Vit blaðmenn eru longu vorðnir heldur avkøldir, men Maria hevur tað sum fiskurin.
- Øjøssus, sum tað er gott, sum ein gert væl til passar, sigur Maria. Hon skundar sær niðan millum neystini, har hon hevur stungið kápuna í eina rivu í húsavegginum. So er bert at sleppa sær niðan aftur í heitu stovuna. Væl til passar veitrar hon okkum farvæl, tá vit takka fyri blíðskapin og skunda okkum í fjálga bilin.