Tveir dystir eru leiktir í EM millumbólki 1 í EM-endaspælinum í Póllandi í dag.
Fyri løtu síðani endaði dysturin millum Svøríki og Russland. Russland var á odda 28-26, tá lítið meir enn ein hálvur minuttur var eftir, men Svøríki megnaði við tveimum málum at koma uppá javnleik 28-28, og harvið bjarga sær eitt stig. Tað verður tó torført hjá svenskarum at vinna seg í hálvfinaluna við bert einum stigi aftaná tríggjar dystir. Johan Jakobsson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við níggju málum.
Fyrr í dag vann Týskland 29-19 (17-9) á Ungarn. Týskarar hava nú fýra stig, og leggja trýst á Danmark og Spania. Ungarn hevur framvegis einki stig aftaná tríggjar dystir.
Støðan í EM millumbólki 1 :
1 | Spania | 2 | 2 | 0 | 0 | 56:51 | 4 |
2 | Danmark | 2 | 2 | 0 | 0 | 61:47 | 4 |
3 | Týskland | 3 | 2 | 0 | 1 | 85:77 | 4 |
4 | Russland | 3 | 1 | 1 | 1 | 80:85 | 3 |
5 | Svøríki | 3 | 0 | 1 | 2 | 76:79 | 1 |
6 | Ungarn | 3 | 0 | 0 | 3 | 67:86 | 0 |
Komandi dystirnir í EM millumbólki 1 :
24.01 17:15 | Týskland | : | Russland |
24.01 19:30 | Spania | : | Danmark |