Tað eru tvey ikki sørt sperd lið, sum seinnapartin hittast á Toftum. B68 tapti mikukvøldið 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ, og AB tapti hósdagin 2-1 í Streymnesi.
Støðan hjá AB er ikki góð, tí argjamenn hava bara vunnið tvey stig burtur úr sjey teimum fyrstu dystunum. Í dag verður neyðugt við nýggjum málverja, tí Tórður Thomsen varð rikin av vølli í Streymnesi. Nikolaj Eriksen, sum hevur verið verjuálit, er skaddur.
B68 hevur borgað fyri málum og harvið undirhaldi, men úrtøkan hevur ikki altíð verið sambært málunum. Eftir fantastiska undirhaldandi 5-3 heimasigurin á Víkingi, hevur B68 tapt 4-3 í Gundadali og síðani ímóti NSÍ.
Í dag er Óli Olsen leikbannaður, tí hann varð vístur av vølli ímóti NSÍ. Øssur Hansen spældi bara 1. hálvleik ímóti NSÍ.