Sylla stendur á berum

– Eg vóni at finna eitt felag í Danmark. Eydnast tað ikki, fari eg aftur til Fraklands, sigur Amed Davy Sylla, sum treivst væl í FC Amager og veruliga hevði skotið seg heitan í felagnum

FÓTBÓLTUR


Tvey mál í trimum landskappingardystum og fimm mál í sjey venjingardystum. Fyrrverandi ÍF og B36-spælarin, Amed Davy Sylla, hevði veruliga skotið seg heitan í FC Amager, eftir at trupulleikar við arbeiðsloyvi og onkur minni skaði høvdu hildið hann uttan fyri vøllin í longri tíð.

Tískil er hann ógvuliga hugtungur og vónbrotin, nú danska felag hansara er farið á húsagang: – Nú er alt av, staðfestir Amed Davy Sylla, sum var fulltíðaryrkisleikari í FC Amager.

Dysturin ímóti felagnum hjá Christian Høgna Jacobsen, AB, skuldi av røttum verið spældur í gjár, men varð tikin av skránni. Tað sama er venjingin í FC Amager. Hetta kemur at kollvelta gerandisdagin hjá Amed Davy Sylla.


Vil verða verandi

– Nú vóni eg at finna eitt annað felag í Danmark, sum eg kann spæla fyri. Eydnast tað ikki, gongur leiðin helst aftur til Fraklands, sigur Amed Davy Sylla, sum greiðir frá, at honum dámdi væl í føroyska felagnum á Amager.

– Eg kendi meg væl millum liðfelagarnar. Michael Madsen er ein góður venjari og var leikarunum ein hollur stuðul, sigur Amed Davy Sylla, sum heldur, at næstbesta danska deildin er á nakað hægri stigi, enn besta føroyska fótbóltsdeildin.

– So FC Amager var eitt gott stað hjá mær at menna meg sum fótbóltsleikari, sigur Amed Davy Sylla.


Fíggjarlig órógv

Síðstu nógvu vikurnar hevur verið gitt dúgliga um framtíðina hjá FC Amager í donsku miðlunum. Amed Davy Sylla ásannar eisini, at hetta hevur ávirkað leikararnar.

– Sum leikari er trupult at vera heilt fokuseraður á vøllinum, tá tú ikki kennir framtíðarstøðu tína. Kringumstøðurnar hjá liðnum mugu vera góðar og tryggar, um leikararnir skulu kunna geva seg heilt og vera fullkomiliga fokuseraðir. Men tað hevur ikki verið støðan síðstu tíðina, sigur hann.

– Tá venjarin kennir seg noyddan at broyta liðið beint undan dystinum, tí hann ikki vil binda áhugaleikarar at felagnum, um tað fer á húsagang, so slepst ikki undan, at tað ávirkar hópin.

Amed Davy Sylla sipar til dystin ímóti Herfølge herfyri, tá venjarin valdi at síggja burtur frá nøkrum áhugaleikarum, tí brúkti hann hesar í dystinum og FC Amager fór á húsagang, so kundu teir ikki skifta felag, fyrr enn kappingarárið endaði.


Spennandi felag

Nú er FC Amager farið á húsagang, og Amed Davy Sylla leitar eftir einum nýggum felag í Danmark. Meðan henda leitan fer fram, kann 26 ára gamli fílabeinsstrandingurin minnast aftur á eina, hóast stutta, spennandi tíð í FC Amager.

– Tað var eitt framsøkið felag. Málsetningarnir vóru stórir og tað merkti eg. Har var tó langt eftir á mál og nógv arbeiðið eftir at gera. Tí var eg eisini fegin um, at alt pappírsarbeiðið við loyvum mínum var komið upp á pláss, og at eg var við at koma fyri meg eftir ein knæskaða, so at eg kundi vera við at hjálpa FC Amager.