Í dag klokkan 13 letur upp framsýning við slupp-málningum hjá gitna marinumálaranum, skúgvoyinginum Hans Skálagarð, sum búði alla tíð síðna í Amerika.
Hans Skálagarð doyði í februarmánaði í ár, 93 ára gamal.
Tað er familjan hjá Hans Skálagarð, sum skipar fyri framsýningini. Bróðir hansara, Hjartvard Skála, sigur, at talan er ikki um eina søluframsýning, men endamálið er at vísa sluppir, sum Hans Skálagarð hevur málað. Á framsýningini eru 22 málningar av sluppum, sum familjan eigur, og nakrar sum tey hava lænt frá øðrum.
Hans Skálagarð, sum búði í Kalifornia í USA, var víðagitin listamálari, serliga kendur fyri at mála skip.
Hann er føddur 7. februar 1924 í Skúvoy, har hann vaks upp sum eitt av sjey systkjum. Hann byrjaði at mála sum smádrongur og fór tíðliga til sjós.
Hans Skálagarð var ikki hvør sum helst. Gitna amerikanska »Classic Art Gallery«, sigur, at Hans Skálagarð av bestu ummælarum í USA varð mettur sum ein »livandi legenda«.
Áhugin at mála kom longu, tá hann flotaði holabátar í Skúvoy sum smádrongur, og gjøgnum eitt langt lív á sjónum og sum ferðandi um allan næm hann sær kunnleika, sum var heilt einastandandi á hansara øki. Skipbrot hevur hann yvirlivað ótrúliga fýra ferðir undir seks ára krígssigling.
Amerikanskir ummælarar halda, at tað er ein sjáldsamur admirálur, sum ikki hevur listarverk av Hans Skálagarð hangandi á onkrum veggi. Verkstaður og gallarí hansara, »Skalagard's Square-Rigger« í Carmel í Kalifornia, var kent um stóran part av USA.
Hans hevur havt listaframsýningar frá Singapore til Buenos Aires, í Japan, Italia og øðrum londum. Og hann hevur havt óteljandi framsýningar í US. M.a. hevur hann havt stórar sýningar í Legion of Honour í San Fransisco, Naval Post Graduate í Monterey í California, Los Angeles County Maritime Museum og Allen Knight Maritime Museum.
Listaverk hansara hanga í stjórnarbygningum í Skandinavia, eins og Hvítu Húsini í Washington hava prýtt veggir sínar við maritimum málningum hjá Hans Skálagarð.
Hans Skálagarð hevur fingið tann heiður at taka ímóti seks gullheiðurslønum, eini silvur, eini »Statue of Liberty«-heiðursløn, umframt at hann hevur vunnið sær heitið »Maestro« - allur heiðurin latin av italskum akademium. Ævisøgu hansara finnur tú bæði í amerikansku »Who's Who in American Art« og í »Who is Who in the World«.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur sum sagt upp í dag klokkan 13 og er opin fram til 13. september frá klokkan 13-17.