? Vit hava eina ljóðroynd, tí vit skulu syngja fyri drotningini, prinsessuni og prinsunum, greiðir Sigrið Sivertsen, kórleiðari frá.
Barnakórið Dropar av Tórshavnar musikkskúla, skal syngja í Vágsbotni, tá tey kongaligu steðga á at hitta býrðaslimirnar á torginum við Nólsoyar Páll.
? Vit blivu spurd einaferð í farnu viku, og vit hava lagt eina skrá. Tað verða mest føroyskir sangir, men so eisini nakrir modernaðir enskir, sigur Sigrið.
Í barnakórinum Dropum eru eini 24 børn frá 4.-6. flokk, og tey hava roynt mangt og hvat, hóast teirra unga aldur.
? Sjálvandi eru tey spent at syngja fyri drotningini og Mary, men tey hava havt nógvar stórar framførðslur. Tey vóru m.a. við í sangleikinum um Jósef, í Norðurlandahúsinum, tá innsavningarkvøldið var og í farnu viku var ein stór konsert í Mentanarhúsinum. So tey eru von við at framføra, sigur Sigrið.
Mánadagin fara tey øll at vera í føroyskum klæðum, tá tey kongaligu koma framvið.
Myndatekstur: hósdagin hevði barnakórið Dropar, við Sigrið Sivertsen, ljóðroynd við Nólsoyar Páll. Tey skulu syngja fyri teimum kongaligu mánadagin.