Syngja kendar og ókendar sangir

Í kvøld og í annaðkvøld verða konsertir í Havn og í Nólsoy

Í kvøld og í annaðkvøld fer Tórshavnar Manskór at hava várkonsertirnar, tey plagdu hava.


Fyrra konsertin verður í Norðurlandahúsinum í kvøld og seinna konsertin verður í Royndarhúsinum Nólsoy í annaðkvøld.

Á konsertini í Nólsoy syngur kórið saman við Nólsoyar Manskóri.

Kórið sigur, at á konsertinum fara tey at syngja sangir, sum ikki oftani eru at hoyra um okkara leiðir.

Kórið fer at syngja kendar og ókendar sangir, eisini fleiri nýggjar og forkunnugar sangir

Skráin er fjølbroytt, heilt frá yndisligum svenskum sangum til nýtulking av góðum kendum rokk klassikarum, sigur kórið.