Hin fyrra konsertin verður í annaðkvøld, týskvøldið 23. juni klokkan 20, og hon verður á Leirvíkar Bátasavni. Seinna konsertin verður í Riberhúsi í Fuglafirði hóskvøldið, 25. juni - eisini klokkan 20.
Tað eru systrarnar, Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á klaver, sum fara at framføra á báðum konsertunum.
Andrea Stauss Hofmann hevur javnan verið heima í Føroyum og vitjað, og Monika vitjar eisini javnan aftur í heimlandinum. Soleiðis hava tær báðar havt nógvar konsertir saman, bæði her heima og í Sveis.
Tær byrjaðu at spæla ávikavist á violin og klaver, sum 7-8 ára gamlar, og longu fýra ár seinni bergtóku tær á tiltakinum, “Yecklin Competition” í kamarmusikki í Zúrich.
Nú Andrea Stauss Hofmann aftur er í Føroyum og vitjar, spæla tær tvær almennar konsertir í Føroyum, harav hin fyrra verður í Leirvíkar Bátasavni í annaðkvøld - og hin seinna í Riberhúsi hóskvøldið.
Konsertin í Leirvík er partur av konsertrøðini, Summartónum, sum felagið Føroysk Tónarskøld aftur í ár skipa fyri við konsertum kring alt landið.
Meðan Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann framføra undirhaldandi og hugnaligar virtuosar tónar, vísa tær á stórskíggja barnamyndir úr Sveis, sum pápi teirra í sínar tíð tók.
Systrarnar lata heilsa og siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til báðar konsertirnar - í Leirvíkar Bátasavni týskvøldið og í Riberhúsi hóskvøldið.











