Jóannes Dalsgaard
jd@sosialurin.fo
Lars Hjertén var í mong limur í svenska ríkisdegnum fyri Moderata Samlingspartiet, valdur í Vestara Gøtalandi. Hann hevur eisini verið limur í stýrinum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin og er sum nógv svenskir politikkarar sannur Føroyavinur.
Spurdur, hvussu hann metir Norðurlandahúsið og leiklut tess í norðurlendska mentanarsamstarvinum, sigur Lars Hjertén:
-Eg meti húsið sera jaliga og sama vil eg siga um tann leiklut, ið Norðurlandahúsið hevur í norðurlendska mentanarsamstarvinum. Norðurlandahúsið er ein sera týðandi stovnur ikki bert fyri Føroyar og Tórshavn men fyri øll Norðurlond. Húsið hevur mestsum fingið leiklutin sum norðurlendsk sendistova í Føroyum.
Framtíðin
Hvussu sært tú virksemið og leiklutin hja húsinum í framtíðini og í hesum sambandi, hvat kemur víðkanin av húsinum at týða?
-Tann týdningur, sum Norðurlandahúsið hevur, fer púra vist at økjast, nú húsið megnar at taka í móti fleiri og nógv størri ráðstevnum og tiltøkum. Eg kann minna á, at Norðurlandahúsið til dømis hevur hýst ráðstevnum, har ávikavist fyrrverandi forsetin Bill Clinton og Al Gore varaforseti hava tikið lut. Tað er lætt at savna fólk í húsinum og hetta hevur týdning. Tey nýggju hølini koma at hava stóran týdning í møtinum millum menniskju, og vit fara at fáa fleiri rúm, sum kunnu nýtast samstundis, tá ein eitt nú skal býta eina stóra fjøld upp í smærri bólkar. Hetta ger húsið nógv meira funktionelt, so at siga. Her verður sostatt rúm fyri fleiri mentanarligum tiltøkum so væl sum sum ráðstevnum.
Sparingar á veg
Hvussu metir tú annars, at tað fer at ganga við norðurlendska mentarsamstarvinum, eitt nú við atliti at teimum sparingarætlanum, sum hava liðið á ljóði?
-Vit vita enn ikki rættiliga, hvat ið fer at henda við norðurlendska samstarvinum í framtíðini. Men tá Norðurlandaráðið og Norðurlenska Ráðharraráðið fara at leggja ætlanir fyri framtíðina, er tað sera umráðandi, at Føroyar og Tórshavn við Norðurlandahúsinum kunnu bjóða seg fram við teimum bestu hølunum, sum eru til taks í sjálvstýrandi londunum.
--