G! Festivalurin bjóðar nú teimum, sum hava áhuga at selja eitthvört á festivalökinum um at sökja um luttöku. Frestin er 10. juni og festivalurin verður hildin dagarnar 18., 19. og 20. juli.
Tað er möguligt at hava egnan sölubás við, men tú kanst eisini leiga ein frá festivalinum. Streym og vatn fært tú frá festivalinum.
"Í prinsippinum kann tað vera hvat sum helst, ið ger upplivingina á festivalinum betri. Seinastu árini hava vit havt handverk, kunningarátök, söluátök, móta, list, mat og mangt annað", sigur Jón Tyril, talsmaður hjá G! og leggur afturat: "Vit brenna fyri at gestirnir skulu hava góðar upplivingar, sum tey minnast restina av lívinum . Tí dámar okkum serliga væl ting sum eru t.d. skemtilig, forvitnislig, vistfröðilig, marglætislig, heilsugóð, heimagjörd, fitt, svök, lögin, ella bara onkursvegna áhugaverd. Vit hava eina stóra fjöld av frískligum fólkum við opnum sinni, so hetta er rætta staðið at sýna fram nýggj og/ella spennandi ting". So um tú hevur okkurt gott at bjóða gestunum á G!, so er tað nú tú skalt bjóða teg fram. Festivalurin biður áhugað seta seg í samband við Elsebeth á [email protected] ella telefon 593653. Seinasta freist er 10. juni.