Tá eg verði stórur...

Hesir báðir fittu garparnir sita og njóta góða summarveðrið við sjóvarmálan á Gøtusandi.
Sum so mangir smádreingir undan teimum, líta teir langtandi út á hav, har pápi og abbar teirra eru, hvør umborð á sínum skipi

"Tá eg verði stórur, tá verður tað gott, áh, hvat eg tá verði glaður! Á sjógvin eg sleppi dag og nátt, sum annar útróðrarmaður..."
Við vælkenda sanginum um dreingin, sum gleðir seg at gerast vaksin, setti Jákup Hansen í sínari tíð orð á dreymarnar, sum hvør einasti smádrongur tá á døgum hevði - dreymin um at sleppa til skips.

Sjógvurin hevur altíð havt eina dragandi megi á menniskju og í Føroyum, her vit liva mitt í havinum, við sjógvi til allar síður, er sjógvurin lívið hjá flestu okkara.
Í øldir hava vit livað og ferðast á sjónum og lívæðr okkara - sjógvurin - kravdi so mangan tað kærasta, vit áttu.
Kring landið hava vit reist minnisvarðar yvir teir, sum fórust á sjónum - um okkara elskaðu menn, synir, brøður og pápar, sum fóru avstað at vinna breyð á borðið, men ongantíð komu aftur, tí deyðans náðileysa hond dró teir í havsins kalda dýpi.
Men yvir tær kvinnur, sum gjørdust einkjur ella tey, sum gjørdust faðirleys og barnleys - yvir tey er eingin minnisvarði reistur. Tey stríddust í tolni fyri at koma undan, og sorgina høvdu tey ikki stundir at geva seg til.
So mong vóru tey, ið sótu eftir í ræðuligu sorgini og vistu sær eingi livandi ráð. Í einsemi runnu tárini, og mong neyðarrópini eru gjøgnum tíðirnar stigin upp til Guds um hjálp.


Men lívið er eisini gleði, ikki minst hjá sorgleysu børnunum. Tað er stuttligt, tá sólin skínur og mamma sigur, at nú fara vit á sandin at spæla. Jú, tá er gaman at vera til, og lívið er bara frálíkt.
Tá spæla børnini á flógva og fína sandinum - tey byggja hús og borgir og laga langar garðar, sum Ismar Joensen so vakurt yrkir í einari av mongu perlunum, vit eiga í føroyskum skaldskapi.
Smádreingirnir eru troyttir eftir dagsins spæl, teir sita og hyggja út á hav og leingjast eftir babba, sum teir vita er har úti onkustaðni. Tey siga, at hann fiskar svartkjaft, og dreingirnir undrast og spyrja, hvussu tann fiskurin sær út. Hevur hann svartan kjaft, ella hví hevur hann eitt so løgið navn. Teir halda, at fiskurin við tí svarta kjaftinum má vera øgiliga stórur, tí teir hava hoyrt, at hann kostar nógvar, nógvar pengar. Men abbi hevur sagt teimum, at svartkjafturin er einki stórur, og teir skilja slett ikki, hvussu tað so ber til, at sildirnar ræðast hann so illa.

Nú er seint og tíð er at fara heim at balla seg í fjálgu songini, tí skjótt kemur Lummalykta-Óli at lýsa gjøgnum lyklarholið, fyri at vita, um øll børn eru løgst at sova. Og um eina lítla løtu sova hesir smáu. Í dreymi byggja teir slott og sigla á tjørnini við sluppum og línubátum, akkurát sum í sanginum hjá Alexandur Kristiansen, sum eisini er ein av teimum, sum við einfaldu barnarímum sínum megnar at seta tey vaksnu aftur í eydnusomu barnadagarnar.