Málverjin hjá Skála, Karstin Hansen, er nýggjur á føroyska landsliðnum. Hann er ein av teimum tjúgu, sum landsliðsvenjarin hevur úttikið til komandi tveir útidystirnar móti Malta og Rumenia.
Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Hann hevur staðið seg væl á U21-landsliðnum, so vit vilja gjarna siggja hann nærri. Hetta gevur eisini málmansvenjaranum, Emeka Andersen, ein møguleika at gera eina meting av honum, sigur Lars Olsen.
Spælarar sum Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Olsen og Patrik Johannesen vórðu ikki úttiknir hesaferð, meðan Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen og Jákup L. Thomsen hava fingið afturval.
Allir teir, sum vanliga eru við á vøllinum fyri landsliðið, eru eisini við hesaferð. Serliga kemur tað væl við, at Jóan Símun Edmundsson er tøkur aftur til landsliðið. Hann var ikki við í november, tá landsliðið spældi móti Aserbadjan og Malta í Nations League. Dystirnir móti Malta og Rumenia verða 23. og 26 mars. Báðir eru á útivølli.
Hópurin:
Málmenn:
Gunnar Nielsen, FH
Teitur M. Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála
Verjuspælarar:
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Ham Kam
Viljormur Davidsen, Vejle
Magnus Egilsson, HB
Gilli Sørensen, Brann
Sonni R. Nattestad, Fredericia
Miðvallarspælarar:
Heini Vatnsdal, Fremad Amager
Rene Shaki Joensen, Grindavík
Hallur Hansson, AC Horsens
Brandur H. Olsen, FH
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Kaj Leo í Bartalsstovu, Válur
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Álopsspælarar:
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
Jákup Thomsen, FH
Klæmint Olsen, NSÍ