FM1: Samrøða við Lars Olsen
Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevur í dag úttikið landsliðið til dystirnar móti Svøríki, 5. september á Tórsvølli, og Spania 8. september í Gijón.
Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru aftur á landsliðnum, eftir at hava sitið yvir við skaða í seinastuni. Lars Olsen leggur upp til, at tað verður dystur um plássið í málinum. Odmar Færø hevur fingið ein snudd, men er tøkur. Tað er Sonni Ragnar Nattestad ikki.
- Eg havi tosað við venjaranum hjá honum í FC Fredericia. Hann hevur trupulleikar við knænum, eftir at hann var í Føroyum og vandi í summar, sigur Lars Olsen.
Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt seinastu dystirnar á landsliðnum vegna skaða. Hann er tøkur aftur hesaferð. Eisini er afturval til Patrik Johannesen. Hann kom við upp á avboð til dystirnar móti Spania og Norra.
Hópurin (26. august 2019):
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Verjan:
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra)
Viljormur Davidsen, Velja BK (Danmark)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Norra)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Magnus Egilsson, HB Tórshavn
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Miðjan:
Rene Shaki Joensen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (Norra)
Álop:
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík