Túgvan og Tjørnin vitjaðu Miðlahúsið

Týsdagin vitjaðu 11 børn og tvey vaksin úr Barnagarðinum á Konmansmýru í Havn í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Týsdagar skipa tey javnan fyri serligum tiltøkum so sum at ganga túrar, vitja stovnar og arbeiðspláss – og hesaferð var tað bólkur 2001 – sum er børn, fødd í 2001 úr ymsum stovum á stovninum – sum var úti. Tey vóru túr í miðbýnum. Vitjaðu úti á Reyni, har tey spældu á almenna spæliplássinum og vitjaðu ymisk onnur støð í miðbýnum. Um 11-tíðini komu tey so inn í Miðlahúsið at eta matpakkan.