Vit plaga at siga, at talan er um einar 300 fiskimenn, sum eru umborð á útlendskum skipum, men sum eru búsitandi í Føroyum og sum gjalda sín skatt í Føroyum. Formaðurin í Felagnum Føroyskir Fiskimenn Uttanlands kundi hugsað sær at fingið kannað, hvussu stórt talið av føroyskum fiskimonnum, sum sigla uttanlands, men eru búsitandi í Føroyum og gjalda skatt í Føroyum, í veruleikanum er.
Jógvan Fagraklett, formaður, sigur, at felagið ofta verður spurt, hvussu stórt veruliga talið av hesum fiskimonnum er, men at teir ikki vita hetta við vissu, tí tað eru verri enn so allir, sum eru limir í felagnum fyri Føroyskar Fiskimenn Uttanlands.
- Vit plaga at siga, at talan er um einar 300 fiskimenn, sum eru umborð á útlendskum skipum, men sum gjalda sín skatt í Føroyum.
Hann heldur, at nú kanningar eru gjørdar av, hvussu stórt samlaða talið av føroyskum sjófólki uttanlands er, átti tað at verið lætt eisini at gjørt eitt yvirlit yvir teir fiskimenn, sum soleiðis sigla uttanlands.
Formaðurin í felagnum hjá føroyskum fiskimonnum uttanlands sigur seg annars fegnast um, at frádrátturin hjá fiskimonnum uttanlands ikki varð skorin á júst samtyktu fíggjarlógini.
- Vit gjalda vanligan sjómansskatt í Føroyum, eins og aðrir føroyskir fiskimenn, sum fiska undir Føroyum og búgva í Føroyum. Haraftrat fáa vit ferðafrádrátt, sum er 300 krónur fyri hvønn dag, vit eru burtur úr Føroyum. Hesin frádráttur verður drigin frá skattskyldugu inntøkuni hjá okkum, sigur hann.
Felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands hevur aðalfund í Norðurlandahúsinum í morgin, og fundurin verður settur klokkan 15.