Tá lúkan fer fyri undir provtøkuni...

Sálarfrøðingurin, Anna Debes Hentze, sigur, at tað kunnu vera ómetaliga nógvar orsøkir til, hví fjáltur kemur á næmingar stutt fyri og undir próvtøkuni.
-Tað kann verða torført at góðtaka at koma úr fólkaskúlanum við góðum próvtølum, og síðan byrja í studentaskúla, har krøvini eru strangari. Næmingurin gerst møguliga ósikkur og óttafullur, tí hann verður noyddur at laga seg til verri próvtøl. Fyri fleiri næmingar kann tað kennast sum eitt persónligt niðurlag at fáa verri próvtøl, greiðir Anna Debes Hentze frá.
Hon vísir á, at próvtøkuóttin kann eisini koma frá, at næmingurin er illa fyri fakliga. Næmingurin gerst fjálturstungin, tí lærugreinin er torfør ella at fyrireikingin ikki hevur verið hin besta.

Perfektionisma
Anna Debes Hentze sigur, at nakrir næmingar stremba altíð høgt, og vandin fyri, at tað skal miseydnast lúrir altíð.
- Talan kann eisini verða um, at næmingurin setir ov høg krøv til sín sjálvs. Hevur næmingurin frammanundan lítla sjálvsvirðing, gerst støðan enn verri. Nøkur hava neyðugu sjálvsvirðingina at koma víðari eftir eitt seks tal, meðan onnur ongantíð eru nøgd. Fyri hesi er tað nærum líkamikið um tey fáa eitt 11-tal ella lægri, tí tey vilja altíð leita eftir orsøkunum fyri, at tey ikki gjørdu tað betri, fortelur sálarfrøðingurin.

Framtíðin
Tað kunnu eisini verða aðrar umstøðum sum gera, at næmingar gerast fjálturstungnir av at fara upp í próvtøku. Anna Debes Hentze nevnir sjúku og deyðsfall í familjuni, sum kann hava við sær, at næmingurin ikki hevur neyðuga friðin at savna seg til próvtøkuna.
- Tað eru óivað fleiri, ið gerast fjálturstungin av, at tey skulu náa ávísum úrslitum fyri at røkka neyðuga miðaltalið til sína dreymaútbúgving. Tað er ómetaliga stórt trýst at leggja á næmingin, at hann skal avrika eitt ávist úrslit ella fara hansara framtíðarætlanir í vaski. Avmarkingin til ávísar útbúgvingar kann skjótt elva til ótta, vísir sálarfrøðingurin á.

Opnan framburð
Anna Debes Hentze heldur, at lærari og próvtøkudómari hava eina týdningarmikla uppgáva at avmarka próvtøkuóttan hjá næminginum.
-Eru lærarin og fryntligur og hevur ein opnan framburð hjálpir tað væl næminginum. Næmingurin skal kenna á sær, at próvdómari og lærari eru har fyri at hjálpa næminginum. Teir skulu eisini leggja seg eftir at leita eftir tí næmingurin veit heldur enn tað, tey ikki duga, sigur Anna Debes Hentze.
Hon leggur afturat, at tað er gott at hava eitt sindur av ótta, áðrenn eina próvtøku, tí kann vera við til at gera avrikið enn betri.
-Eitt sindur av nervum er gott, tá ein skal avrika nakað serligt. Verður óttin hinvegin ov stórur, versnar avrikið. Næmingurin hevur ilt við at savna seg, og minnið fer at bila, sigur Anna Debes Hentze at enda.