Tøl sett á dupultfunktiónir á sjúkrahúsunum

Somu tænastur á fleiri enn einum sjúkrahúsi kosta í dag landskassanum tíggjutals milliónir í eyka útreiðslu.

Dupultfunktiónir á sjúkrahúsunum skulu skerjast burtur, og í framtíðini skulu allar uppgávur definerast soleiðis, at tænasturnar verða bjóðaðar út í Føroyum – og tilskilað verður ikki um tænastan er í Havn, Klaksvík ella á Tvøroyri.

Fíggjarkarmarnir fyri næstu árini leggja upp til ein leist, har sama tænasta ikki skal veitast á meira enn einum sjúkrahúsi.

Avleiðingarnar av umleggingini verða soleiðis lýstar í fíggjarkørmunum:

”Funksjónir og harvið arbeiðspláss verða flutt ímillum ymsu partarnar í heilsuøkinum. Hetta hevur við sær, at onkur starvsfólk fáa aðrar uppgávur, og at samlaða starvsfólkatalið má lækka. Hugsast kann eisini, at nakrir borgarar fara at hava eitt sindur longri ferðing til og frá ávísum viðgerðum. Fakliga tænastan kann tó í minsta lagi væntast at vera á sama støði sum í dag, og borgararnir fáa eina meira líka atgongd til tænastuna.”

Sambært landsstýrinum er arbeiðið byrjað, og sparingarnar skulu av álvara fara at merkjast í 2015.

Árligu sparingarnar verða, sambært landsstýrinum:

2014: 2,7 milliónir

2015: 11,0 milliónir

2016: 20,5 milliónir

2017: 27,5 milliónir

2018: 32,1 milliónir

Landsstýrið tosar ikki um at stongja ella niðurleggja sjúkrahús. Í fíggjarkørmunum eitur tað ”umlegging av heilsuverkinum.”