Fótbóltur
Síðani teir fyri viku síðani taptu fyri FS Vágum, hava fólk flest verið greið um, at tað fór at gerast sera torført hjá sandoyingum at lívbjarga sær í bestu fótbóltsdeildini.
Við eini sera torførari dystarskrá, tóktist tað longu undan dystinum sunnudagin at kalla ógjørligt hjá sandoyingunum, og í øllum førum líktist tað eini treyt, at stig skuldu fáast burtur úr heimadystunum, sum eftir vóru. Eisini hóast hesir vóru móti liðum sum B68 og HB.
B71 trýsti
Á pappírinum var tað helst dysturin móti toftamonnum, sum var hin torførari av hesum báðum, men fyrstu góðu løtuna sást so einki til, at tað vóru geistirnir, sum spældu við í oddinum, meðan heimaliðið av álvara nærkast niðurflytingini. Sandoyingar høvdu at kalla alt spælið, og móti illa skipaðu B68-verjuni var tað fleirii ferðir um reppið, at støðurnar gjørdust heilt vandamiklar.
Hóast tað soleiðis var framman fyri málið hjá Kjartani Nesá, at mesti vandin var, so var tað hinumegin, at tey trý málini í fyrra hálvleiki komu, og hetta er eisini ein stór undirstrikan av, hvussu trupult tað ofta er at vera botnlið.
Sandoyingar trýstu sum sagt, men best sum teir tóktust at yvirtakað alt spælið, fór B68 í álop. Bólturin endaði úti hjá John Hera Dam, sum legði innfyri, og eftir at sandoyingar fyrst fingu skumpað bóltin nakað út frá, kom Marlon Jorge rennandi, og hann smekkaði til í málið.
Punkteraðu
Hetta fyrsta málið broytti sum so einki um dystin. Um nakað, so fekk hetta helst toftamenn at leggja seg enn longur aftur á vøllin, soleiðis at teir ístaðin kundu dúva upp á kontraálop, men tað var tó heldur ikki líkt til, at nakað serliga nógv av hesum fingust í lag.
Móti endanum av hálvleikinum høvdu sandoyingar tó mist nakað av luftini. Í royndunum at trýsta vóru teir ikki heilt savnaðir, tá talan var um verjuskyldur, og so var tað at B68 enn einaferð smekkaði til.
Upptaktin til málið var eitt innkast í høgru síðu. Eftir at Hans Fróði fyrst hevði longt, fekk Arnold fatur á bóltinum, og tá hann legði inn til Fróða, skuldi landsliðsmaðurin bara stýra bóltinum seinasta pettið inn um.
Sandoyingar fóru av álvara niður við høvdinum av hesum, og tá so B68 løtu eftir økti enn meira, mundu tey flestu rokna dystin fyri at vera avgjørdan. Fróði Benjaminsen byrjaði álopið, tá hann sendi John Hera Dam avstað. John Heri dróg nakað omaneftir, áðrenn hann sendi inn til ein púra leysan Arnold Joensen, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar av at skora.
Hóast teir nú vóru aftan fyri við trimum málum, so royndu heimamenninir eisini í seinna hálvleiki at leggja trýst á. Veðrið var farið at versna, at í undanvindinum, sum vertirnir nú høvdu, royndu teir at ota seg longur og longur oman.
Tað var tó sum um, at lagnan langt síðani hevði gjørt av, at stig skuldu tey ikki fáa á Sandi, og veruligar møguleikar gjørdist talan sum so heldur ikki um. Ein ørgrynna av hornaspørkum varð send innfyri, men antin hevði verjan við Hans Fróða á odda tamarhald á støðunum, ella eisini tók veteranurin í B68-málinum, Kjartan Nesá, sær av bóltinum.
Spælið gjørdist eisini alt meira ófantaligt, samstundis sum frustratiónirnar á vøllinum øktust, og alt endaði so eisini á nøkun lunda sama hátt, sum tað gjørdi í fyrra hálvleiki. Toftamenn fingu tvey mál ? sandoyingarnir einki, og so kundi tað sum so gera tað sama, hvørt parturin hevði roynt mest.
Fóði Benjaminsen var í báðum førum málskjútti. Fyrst eftir enn eitt innkast, sum Hans Fróði fyrst fekk kollin á. Bólturin datt til John Hera, og tá hann sendi inn, smekkaði Fróði til fyrstu ferð.
Seinnu ferðina varð hann leiktur leysur av miðvøllinum, og eftir at hava driblað fram við Waldemar, kundi hann at enda leggja bóltin í málið.
Árið tykist vera farið
Sigurin hjá toftamonnum mest sum staðfesti, at teir nú liggja sera væl fyri í kappingini at fáa bronsumerkini. Teri eru nú fýra stig undan næstu kappingarneytunum, og hóast tað enn eru fimm dystir eftir at spæla, so er í løtuni ilt at síggja, hvør skal taka toftamenn í hesari kappingini.
Sandoyingar hava hinvegin helst ilt við at síggja, hvussu teir skulu verða verandi í bestu deildini. Dysturin sunnudagin undirstrikaði aftur, í hvussu lítlan mun teir hava havt hepnið við sær í ár. Í fleiri dystum hava teir verið mest sum spælstýrandi, men talan er vorðin um alt ov nógv tepur tap, sum so bara eru vorðin størri og størri, sum árið hevur liðið.
Hesa ferð varð aftur talan um stórtap, og um teir ikki fara at fáa stig eitt av teimum báðum komandi vikuskiftunum, so lítið at ivast í, at árið er farið fyri terira viðkomandi. Teir hava ttá ríggjar torførar útidystir eftir, og neyvan ber til at ímynda sær, at teir fáa stig í hesum.
B71-B68 0-5 (0-3)
0-1: ?Marlon? Jorge 16
0-2: Fróði Benjaminsen 38
0-3: Arnold Joensen 40
0-4: Fróði Benjaminsen 58
0-5: Fróði Benjaminsen 88
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)
B68: Kjartan Nesá ? Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Messias Parreira ? Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Jan Dam, John Heri Dam, Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Súni Fríði Johansen
B71: Waldemar Nowicki, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen , Bjørn Thorsteinsson - Hans Jørgen Djurhuus, Julian Florescu, Jónsvein Thomsen, Ib Mohr Olsen, Svenning W. Hansen - Eli Hentze, Kári Nielsen