Tólv fólk eru deyð, átjan fólk eru álvarsom løstað og fleiri eru enn saknað eftir syrgiliga stóreldin í London í nátt.
Stuart Candy, leiðarin fyri Metropolitan Police, upplýsir fyri BBC, at myndugleikarnir vænta at talið av deyðum fer at økjast.
- Vit kunnu tíverri hervið vátta, at higartil eru tólv fólk deyð. Hetta verður ein drúgv og torskild bjargingarroynd, og eg eri harmur um at siga, at eg vænti talið av deyðum fer at økjast, sigur Stuart Candy við BBC.
Heilsumyndugleikarnir upplýsa, at 68 fólk eru innløgd á ymiskum sjúkrahúsum kring býin, harav átjan teirra eru álvarsom løstað.
Sløkkiliðsmenn megnaðu at bjarga 65 fólkum út brennandi bygninginum í Kensington býarpartinum í bretska høvuðsstaðnum eftir, at eldur kyknaði í háhúsinum stutt eftir midnátt. Mett verður, at millum 400 til 600 fólk búðu í háhúsinum.
Bretski forsætisráðharrin Teresa May hevur í kvøld lovað, at ein gjølla kanning verður sett í verk at staðfesta hvat orsøkin er til eldin.