Sunnunáttina 4. desembur framdi ein maður herverk í Vágatunlinum.
Mitt á nátt kemur ein bilur koyrandi gjøgnum tunnilin og steðgar á einum av víkiplássunum. Menn fara úr bilinum at lata vatnið av sær, men av onkrari orsøk missir ein teirra tamarhald á sær sjálvum.
Í ovfarakæti ella onkrum líknandi, tekur ein teirra ein pulvursløkkjara, sprænir alt til og tømir pulvursløkkjaran. Síðani seta teir seg aftur í bilin og koyra víðari.
Tað er tó einaferð soleiðis, at í Vágatunlinum eru vakmyndatól sett upp á víkiplássunum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at myndagóðskan á tólunum er so góð, at lættliga sást, hvør tað var, ið tømdi pulvursløkkjaran. Harumframt sást nummarplátan á bilinum týðiliga.
Hetta gjørdi tað lætt hjá løgregluni at finna viðkomandi, og maðurin verður nú skuldsettur fyri harðskap.
Vakthavandi á løgreglustøðini minnir á, at pulvursløkkjarar ikki hanga í tunlunum hvørki til pynt ella sum leikur.
- Hetta kundi fingið deyðiligar fylgjur. Ímynda tær, um ein bilur fór at brenna í tunlinum, og so var pulvursløkkjarin tómur, tá fólk høvdu brúk fyri honum. Tí rokna vit hesa gerðina sum sera álvarsama, sigur vakthavandi.