Meira enn helmingurin av føroyingum halda seg ikki fáa eins góða tænastu í Føroyum, sum teir fáa uttanlands.
Tað vísir ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri felagið Fegin, ið fæst við at ráðgeva um sølu og tænastu. 300 fólk hava verið við í kanningini.
Tá ið fólk verða spurd, hvat tey sum heild halda um kundatænastu í Føroyum samanborið við útlond, svara meira enn 52 prosent av teimum spurdu, at tey halda, at kundatænasta í Føroyum er eitt sindur verri ella munandi verri enn í útlondum. Stívliga 40 prosent av teimum spurdu halda, at tænastan í Føroyum er eins góð, og bert 7 prosent halda, at tænastan í Føroyum er betri enn hon, tey uppliva uttanlands.
- Fólk samanlíkna helst Føroyar við serliga Danmark og annars nærmastu grannalondini, har tey í langa tíð hava havt fokus á sølu og tænastu. Mín fatan av støðuni er, at londini rundan um okkum hava virt sølu og tænastu høgt í nógv ár og hava útbúgvið fólk miðvíst, og tí duga tey eisini væl at veita góða tænastu til viðskiftafólkini, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum er stjóri í Fegin og ráðgevi í sølu og tænastu.
- Nakrar vinnur í Føroyum eru betri fyri enn aðrar, tá ið tað ræður um tænastu. Summar vinnur hava dagligt samband við ein altjóða marknað – til dømis partar av ferðavinnuni, hotell og aðrar fyritøkur – og tað bæði setur krøv til tær og gevur teimum nakrar royndir og íblástur, sum tær njóta gott av, sigur Niclas Heri Jákupsson.
Meira kann lesast um kanningina í VikuskiftisSosialinum.