Tónleikadagarnir í Atlantis halda fram

Nú Klaksvíkin heldur 90 ára føðingardagin er stórt virksemi í Atlantis. Nógv tiltøk hava longu verið og enn fleiri verða komandi dagarnar

Teir fáa ikki afturhald í Klaksvík.

Tað er ikki so langt síðan at Norðoyastevna var og nú Klaksvíkin heldur 90 ára føðingardagin, er skráin næstan eins fjølbroytt og á Norðoyastevnu.

Um dagarnar hava teir skipað fyri tónleikadøgum í frálíka mentunnarhúsinum Atlantis.

Húsið, sum fyrr hýsti nógvum stóð meiri ella minni uttan nakran góðan í nøkur ár, men tað er av røttum raknað við aftur seinastu tíðina.

Í sambandi við føðingardagin hava fleiri tiltøk verið í Atlantis og enn fleiri eru á veg.

Í kvøld klokkan 20 er rhytmiskur tónleikur á skránni.

Skráin er sera fjølbroytt við tónleiki frá 60-, 70-, 80- og 90-unum.

Og verða bólkarnir nevndir, so eru teir allir kendir.

Klaksvíkingar hava altíð verði sera virknir á tónleikaøkinum og ikki so fáar landaplágur hava verði at hoyrt frá bólkum úr Klaksvík.

Dynamitt, Frændir og Millum Frændir hava allir verði at hoyrt javnan í útvarpinum.

Og bæði Dynamitt og Millum Frændir fara á pallin í Atlantis í kvøld.

Umframt hesar báðar fara eisini Aria, sum heldur ikki er heilt ókendur og Jógvan Andrias Joensen eisini á pallin.

Og við omanfyristandandi bólkum á pallinum, so skuldi verði lagt upp til eitt bæði spennandi og undirhaldandi kvøld í Atlantis í kvøld.

Sunnudagin halda tónleikadagarnir í Atlantis fram. Klokkan 20 sunnukvøldið verður eitt tiltak við gospeltónleiki.

Tá fara gospelbólkurin I am og Torkil Mørkøre at spæla.

I am er kendur gospelbólkur, sum ikki smæðist fyri at vísa síni evnir. Seinast teir vóru frammi var á Ólavsøkukonsertini í Kommunuskúlagarðinum og teir fingu sera góð ummæli fyri sína framførslu, sum annars víkir frá tí, sum vanligt er á Ólavsøkukonsertini.

Torkil Mørkøre, sum spælir keyboard, fer ikki einsamallur á pallin. Afturat sær hevur hann Kjell Andreasen, sum spælir bass, Mikkjal Hvannastein, sum spælir guitar, Sámal Joensen við trummurnar, Kristian Hansen, akustiskan guitar og Pætur við Keldu, eisini á keyboard.