AFTURHVARV
Leygarkvøldið 21. september verður stórt dansitiltak í ítróttarhøllini, og tíðin verður skrúvað aftur til árini, føroyskir ungdómar úr øllum ættum leitaðu sær til Vestmanna at dansa í vikuskiftunum
Meira enn 20 vestmenningar, sum í seksti- og sjeytiárunum myndaðu ríka tónleikalívið í Vestmanna, fara aftur á tónleikapallin í Vestmanna Ítróttarhøll leygarkvøldið 21. september, tá VÍF skipar fyri stóra dansitiltakinum, Reunion Vestmanna.
Fleiri av hesum tónleikarum, sum fyri 20 til 40 árum síðani hoyrdu til ungu kreftirnar í Vestmanna, eru ikki heilt ókendir í øðrum høpi í dag. Har finst ein politiovasti, onkur stjóri sløðist ímillum, onkur helt fram á tónlistaliga vegnum, men allir hava til felags, at teimum dámar at leita aftur til tíðina, tá ung í Føroyum høvdu Vestmanna sum dansibygd í vikuskiftunum.
Hesi dansikvøld eru vorðin afturvendandi tiltøk í Vestmanna, og tað fyrsta av hesum slagnum var í skúlahøllini í 1976 undir heitinum, »Vit Minnast« - longu áðrenn tann yngsti tónleikabólkurin, sum er við hesuferð, var byrjaður at spæla.
Síðani hevur fortíðin javnan hálað vestmenningar og onnur ein túr aftur til hendingaríku tónleikaárini í bygdini. Í 1997 og 1999 skipaði VÌF fyri sama slag tiltaki til frama fyri luttøkuna í Evropa-cup, og nú ger hendan nostalgiin aftur um seg. Hesuferð er tiltakið ein roynd at savna inn pening til nýggja kappróðrarneystið, ið varð tikið í nýtslu í summar.
Náttarbussurin, sum vanliga koyrir millum Vestmanna og Havnina í vikuskiftunum koyrir eisini hetta kvøldið, og fyrireikararnir rokna við, at nógv fólk kemur til Vestmanna at dansa og minnast aftur á gamlar dagar.
Fimm bólkar úr fortíðini fara á pallin í Vestmanna 21. september. Teir eru Thunderbirds við Øssuri Christiansen , Joen Magnus Olsen, Jógvani Páll Johannesen, Gulaki Zachariasen og Tróndi Streymoy, Sunflowers við Jón Klein Olsen, Boga Olsen, Uffa Bærentsen og Fríðhildur Petersen, Natives við Hendriki Olsen, Gunnari Streymoy, Kára Durhuus og Regini í Gerðinum, Gliding Slippers við Martini Joensen, Marner Olsen, Magna Follend og Jonhardi Mikkelsen og bólkurin, Fools, við Wilhelmi Petersen, Paula Magnussen, Gunleifi Bech, Jógvani í Toftum Olsen, Axeli Hansen og Jákupi Hendriki Hansen.
Frásøgumaður verður Heðin Winther Olsen, ið var formaður í VÌF í nógv ár.