Tónleikaligt talent í holt við egin verkevni

Jan Zachariassen er saman við konu og børnum fluttur til Svøríkis, har hann nú innrættar seg til egið virksemi innan tónleik ? men í summar skal hann spæla saman við Russ Taff á G! Festival

Tað sigst at í dag er tað lutfalsliga lætt at seta upp sítt egna musikkstudio: Einar tvær arbeiðsstatiónir við góðari kraft, ein ProTools pakki, eitt sindur av eyka ritbúnaði og midi-útgjørdum tangentborðum og ljóðmodulum, so hevur tú eitt digitalt ljóðstudio við harðdisk upptøku kapaciteti.
Ein táttur er tó enn meira týdningarmikil enn útbúnaðurin: tað humana tilfeingið við øllum tí sum tað inniber. Har má vera fólk sum bæði hevur eitt væl vant oyra og ein væl trenaðan teknikk í fingrunum, aftur við musikalskum skili sum heild og fitt av hóskandi royndum; og so helst einum góðum kontaktneti eisini.
Fyri ein mann sum Jan Zachariassen eru allir hesar fyritreytir uppfyltar. Tí kann tað neyvan undra tey ið kenna Jan at hann nú setir í gongd síni egnu verkevni í tónleiki samstundis sum hann letur dyrnar upp á víðan vegg fyri teimum ið tørvar eina hjálpandi hond tá talan er um upptøkur, arrangement og spæl.
»Eg havi spælt so nógv í projektum hjá øðrum og eg havi so ofta hugsað um at gera okkurt sjálvur,« greiðir hann frá.
»Nú vit aftur fluttu til Svöríkis og eg havi fingið longt farloyvi til barnaansing, so havi eg fingið eitt sindur av eyka tíð til tankar og hugskot? Eg havi eisini fingið onkran fyrispurning um at standa fyri mixing og upptøku í sambandi við eina ætlaða útgávu. Men eg havi eisini arbeitt við nøkrum løgum sjálvur og eg ætli mær at halda fram við tí til eg havi eitt savn sum kanska kann gevast út á fløgu. Mítt heimastudio er rættiliga væl útgjørt og møguleikarnir skuldu verið góðir fyri at fingið fitt burturúr hvat musikki viðvíkur.«
Jan Zachariassen hevur svenska konu; hon eitur Malin er rættiliga kend í Føroyum sum sangarinna og sangskrivari. Foreldrini hjá Malin, Ruth og Stig Almlöv, búðu nevniliga í Føroyum millum 1988 og 1990 í sambandi við eitt tónleika lærara starv hjá Stig. Undir hesum tíðarskeiði møttust Jan og Malin; so skjótt hann var útlærdur sum krambakallur hjá Simma, ikki langt aftan á at familjan Almlöv var flutt aftur til Svøríkis, fór Jan aftaná. Hann og Malin giftust so í 1993 og tá ið hon var liðugt útbúgvin sum sjúkrasystir, í 1996, fluttu tey bæði til Føroya. Her fingu tey synirnar Jákup og Elias og her hava tey so búð fram til nú fyri kortum tá tey fluttu til Malmö.
Við Russ Taff á G!
Tann 31 ára gamli Jan Zachariassen hevur viðvirkað á einum fleirtali av fløgum sum eru komnar út í Føroyum tey seinnu árini, umframt tveimum føroyskum fløgum frá Malin. Djinglur sum "Góðan Morgun Føroyar", "Kult" og "Meira Fyri Minni" ið Jan hevur gjørt hoyrast framvegis dagliga í Útvarpi Føroya hóast hann ikki longur arbeiðir har.
Tónleikurin hjá Jan Zachariassen er meira vakur enn villur og hansara fyrimyndir eru at finna millum kendar jazz guitaristar av tí mjúka og melodiøsa slagnum.
»Skal eg nevna nøkur kend nøvn ið eg havi latið meg ávirkað av hvat spæliteknikki og stíli viðvíkur, so er tað mest sovorðnir sum Pat Metheny, Larry Carlton og Lee Ritenour ?«
Júst so. Tann musikalska bylgjulongdin hjá Jan Zachariassen liggur rættiliga nógv yvir ímóti tí instrumentala og róligt melodiska. Ikki tí, onkrir textir eru við eisini í hansara verandi verkevni.
»Eg havi ikki so nógva rutinu hvat viðvíkur texti men eg skrivi nakrar reglur og fái kanska onkran at hjálpa til eitt sindur eisini,« ljóðar tað kryptiskt í honum.
Musikalskt evnaríkur er Jan Zachariassen sum fáur. Hann spældi longu sum smádrongur á eitt fleirtal av instrumentum og tað rættiliga væl. Hann hevur ongantíð móttikið nakra formliga útbúgving sum tónleikari men hevur lært seg við at egnari venjing og gjøgnum at læra av øðrum. Við tíðini er hann vorðin alsamt kendari millum tónleikarar sum sera dugnaligur á elektriskan bass so væl sum akustiskan guitar, umframt at hann kann spæla á onnur instrument og, ikki minst, hevur evnir fyri tí musikalsku heildini.
Á skránni seinni í ár er millum annað luttøka á live konsertum hjá tí kenda amerikanska gospel sangaranum Russ Taff; hesin skal nevniliga eftir ætlan til Føroya í summar.
»Systskinabarnið Jákup Zachariassen ringdi og spurdi um eg vildi vera við í einum konsertbólki hjá Russ Taff sum eftir ætlan skal framføra á komandi G! Festival og eg takkaði sum vera man ja?«
So vita vit tað.