Í samband við Ovastevnu verður leygardagin ein heldur forkunnugur fótbóltsdystur á skránni. Aldur merkir liðini, tí eitt teirra er mannað við tónleikarum undir 30 ár, og eitt við tónleikarum yvir 30 ár. Hetta er ikki eitt nýtt fyribrigdi, tí seinastu trý árini hava tónleikarar kring Føroyar dystast hvørt ár í samband við Ovastevnu. Leygardagin verður bríksla á fjórða sinni, og enn einaferð skulu tónleikararnir prógva, at teir duga annað enn at spæla tónleik.
Liðskipari á liðinum mannað við tónleikarum yvir 30 ár er Terji Rasmussen, meðan liðskiparin hjá yngra liðinum er Uni Debess. Á vøllinum verða millum annað tónleikarar sum Uni Arge, Eyðun Nolsøe, Jóannes Jacobsen og fleiri aðrir.
-Hóast tað kanska tykist sum, at vit bert gera hetta til stuttleika, so er kortini nakað av álvara í dystinum, sigur Uni Debess.
Dysturin byrjar kl. 15.00.