Við døgurðaborðið í dag 8 juli, var tað um reppið, at allir sandoyingar mundu sett blóðmørin í hálsin.
Er tað virkuliga so galið, at ein erligur sandoyingur ikki kann sleppa at sova rúsin av sær í allari stillheit, uttan at enda sum "breaking news" í almenna føroyska útvarpinum.
Tílíkt kann vera skemtiligt í ólavssøkuteiti, men sømir slíkur tíðindaflutningur seg fyri væl útbúnar journalistar?
Eg kundi gott hugsa mær eina grundgeving fyri, hvønn almennan týdning slíkur tápuligur tíðindaflutningur hevur, Jógvan Jespersen?
Marna Jakobsen
á Sandi.