Tórálvur Mohr Olsen deyður

Leygarnáttina doyði ein av kendastu sandingunum, Tórálvur Mohr Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, brádliga. Hann hevur havt góða heilsu til tað síðsta

Tórálvur Mohr Olsen, løgtingsmaður av Sandi, er deyður.

Hann gjørdust brádliga sjúkur fríggjadagin og fór til Havnar í sjúkrabili, men doyði á Landssjúkrahúsinum um náttina.

Hann var 80 ára gamal nú, hann doyði, men hann hevur havt góða heilsu og hevur verið virkin heilt til tað síðsta.

Hann varð seyðamaður líka til síðsta heyst og eisini hesar seinastu dagarnar, áðrenn hann legði árarnar inn, var hann verið daglig bygdarmynd á Sandi á prutli sínum.


Virkin alt lívið

Tórálvur Mohr Olsen varð føddur á Tvøroyri 2. juni 1927.

Hann hevur verið ógvuliga virkin alt lívið og hann hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Tí var tað eisini natúrligt at hann fór upp í politikk og hann var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin frá 1970-1978 og aftur frá 1980-1988.

Hann var eisini bygdaráðslimur á Sandi frá 1970-1980

Men harumframt hevur hann eisini havt nógv onnur álitisstørv: Hann var í umboðsráðnum hjá SEV frá 1970-1974 og í stýrinum fyri SEV frá 1974-1982. Hann var í nevndini fyri Skipafelagið frá 1980-1998 í nevndini fyri Tryggingarsambandið frá 1980-1998 og um umboðsráðnum fyri Tryggingina frá 1998-2002.

Annars var hann skipari av útbúgving.

Aðrastaðni í blaðnum prenta vit minningarorð, sum John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, hevur skrivað um farna javnaðarmannin av Sandi.