Týr og Scorpions á Sweden Rock Festival

Tvey av stóru nøvnunum á ársins Summarfestivali, Scorpions og Týr vera eisini at hoyra á Sweden Rock Festival.

Scorpions eru saman við Aerosmith og Heaven & Hell høvuðsnøvnini á svenska festivalinum, ið leggur seg eftir at bjóða fram tungmálm av tí meira siðbundna slagnum. Fesitvalurin hevu sostatt eisini gamlar kenningar sum Annihilator, Pretty Maids, Mötorhead, Udo, Skid Row, Quiet Riot, Thunder og tí ógloymandi Suzi Quatro. Men eisini aktuell nøvn sum t.d. Týr og Amon Amarth fáa pláss á spæliskránni.
Sweden Rock Festival verður hildin í døgunum 6.-9. juni í Sølvesborg. Tilsamans luttaka 70 bólkar á festivalinum

Mynd: Týr eru júst avdúkaðir, sum eitt av føroysku høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum, men á Sweden Rock Festival er bólkurin eitt av minnu nøvnunum á plakatini (mynd: Álvur)