Higartil hava kommunurnar kring landið havt næstan 30 ár til at fáa síni kloakkviðurskifti í rættlag.
Tað ásannar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum. Og hon ásannar samstundis, at tað ganga nógv ár enn, áðrenn tær størru og pengasterku kommunurnar hava fingið síni kloakkviðurskifti í rættlag.
Tað var í 1988 at umhvørvisverndarlógin sett í gildi og í henni stendur, at hvør kommuna skuldi hava eina góðkenda kloakkskipan.
Eingin tíðarfreist varð tó ásett fyri, nær kommunurnar skuldu fáa spillivatnsskipanir lidnar. Men síðani varð ásett, at øll hesi viðurskifti skuldi vera fingin í rættlag í 2015.
Hetta merkir, at kommunurnar hava havt næstan 30 ár til at fáa hesir viðurskiftir í rættlag, men enn restar nógv í, ásannar landsstýriskvinnan
Tað eru 29 kommunur í Føroyum og fyribils hava bara fimm kommunur fingið kloakkviðurskftini í rættlag, tær eru Eiði, Skálavík, Fámjin, Hov og Sumba.
Men eftir upplýsingum hjá Umhvørvisstovuni verða fýra kommunur afturat lidnar í ár, nevniliga Sjóvar kommuna, Kunoyar Kommuna, Hvannasunds Kommuna og Sunda Kommuna. Sostatt er tað greitt, at tað eru tær smærru kommunurnar, sum eru komnar nógv longst á hesum øki.
Men gongst sum ætlað, verða nógvar kommunur afturat lidnar um trý ár, nevniliga Eysturkommuna, Tvøroyri, Fuglafjørður, Porkeri, Kvívíka, Skúgvoy, Hvalba, Fugloy og Viðareiði.
Í 2025 er væntandi, at eisini Sandur, Vágur, Klaksvík, Húsavík, Skopun og Vága Kommuna hava fingið síni viðurskifti í rættlag.
Og so verður tað ikki fyrrenn í 2030, at tær seinastu kommunurnar verða lidnar, og tað eru Nes, Runavík, Vestmanna, Tórshavn og Sørvágur, sigur landsstýriskvinnan.