Mong hvukku við, og ikki minst vit í Kyndli. Vit vistu væl, at Tobbi fyri einum tveimum árum síðan fekk ávíst sjúku, men eingin hevði varhugan av, at tað var so álvarsligt. Hann var eisini fastur fúsur í høllini allan vetur, hvørja ferð Kyndil spældi.
Men seinastu tíðina tók sjúkan so dik á seg, og nú vóru boðini eftir okkara góða felagslimi.
Tobbi var heilur, har hann var, og Kyndil var hansara eitt og alt. Hann var felagsmaður um ein háls. Hann var trúgvur og álítandi. Hjá honum var eitt orð eitt orð og ein maður ein maður!
Nevndarlimur var hann í Kyndli í fleiri umførum, fyrst frá 1961 til 1971, síðan aftur 1973-74 og 1977-1980.
Men hann tænti felagnum og føroyskum hondbólti á so mongum øðrum økjum eisini. Hann var venjari bæði hjá monnum og kvinnum og hjá teimum yngru, og haraftrat var hann onkuntíð landsliðsvenjari . Hann var somuleiðis dómari í mong ár og var fyrsti altjóða dómari okkara.
Tað var tí heilt natúrligt, at Tobbi varð valdur í nevndina hjá hondbóltsdeild ÍSFs, sum tað tá æt. Kappingarleiðari var hann leingi heilt frá ungum árum av.
Tað var sum nevndarlimur í hondbóltsdeildini, at hann var við á fundi í Madrid á heysti 1970, har ið Føroyar fingu fyribils limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni. Tað var á veg heim aftur av hesum fundi, at Tobbi og konan, Eyðbjørg, vóru við flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi . Eyðbjørg varð illa løstað og fekk varandi mein. Tobbi slapp nærum snikkaleysur frá vanlukkuni.
Sum leikari var Tobbi millum teir bestu í landinum um tað mundið, tá ið Kyndil varð stovnað. Tá spældi hann við hinum hondbóltsfelagnum í Havn, Neistanum.
Tobbi var tann stóri taktikarin á vøllinum, og tað kom honum eisini til góðar í virki sínum sum venjari.
Hann var við á stovningarfundi Kyndils 10. mars 1956, og hann spældi 400 dystir og gjørdi 892 mál á ymisku vaksnamannaliðum felagsins og var fastur maður á besta liðnum árini 1957 – 1970. Einaferð umboðaði hann Føroyar á landsliðnum, tað var í fyrsta landsdystinum yvirhøvur, sum varð leiktur í Gundadali í 1964.
Fyri sítt ósjálvsøkna arbeiði í Kyndli í hálva øld, varð Tobbi heilt sjálvsagt kosin heiðurslimur felagsins á 50 ára stovningardegnum í mars 2006.
Sum tað stendur um Tobba í 50 ára minningarriti Kyndils, so var hann nærlagdur og vælgerin, og hann var altíð til dystin fús, tá ið heitt varð á hann. Tað kunnu øll tey sanna, sum seinnu árini hava mannað nevnd felagsins.
Vit fara tí øll at sakna Tobba. Hann var ímyndin av Kyndli. Hann var við frá byrjan, og áhugin og eldhugurin fyri felagnum var hin sami øll árini. Tað píndi hann, tá ið tað gekk ikki eftir vild, og á sín stillføra hátt frøddist hann, tá ið tað gekk við.
Hvørt einasta felag hevur brúk fyri fólki sum Tobba. Eisini í dag, nú ið bond millum felag og virkin ítróttafólk eru ikki so sterk sum tey onkuntíð vóru.
Á mongum øðrum økjum var Tobbi virkin. Umframt við trúfesti at tæna sama arbeiðsplássi, Toll og Skatt, í samfull hálvthundrað ár, var hann heilt frá ungum árum virkin í føroysku fráhaldrørsluni og sat í álitisstørvum i felagsskapinum. Hann var somuleiðis formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya frá 1986.
Og so var hann svorin B36-viðhaldsmaður!
Tobbi var góður felagslimur, men hann var eisini góður familjumaður, og saknurin verður tí stórur hjá tykkum, ið vara av. Vit hugsa um tykkum øll, Eyðbjørg, Brynhild og Regin og børn tykkara. Má Hann, ið øllum valdar, standa tykkum við lið, nú ið stólurin hjá manni, pápa og abba stendur tómur.
Vit drýpa høvur, og við takksemi minnast vit okkara kæra kyndilslim, Tórbjørn Mikkelsen.
KYNDIL