Tórbjørn tveitti dana á dyr

Landsstýrismaðurin í mentamálum tveitti umboðini frá Vestmanna skúla út av fundi um játtan av tímum fríggjadagin. Fyrst tveitti hann álitiskvinnuna á dyr, tí hon var kona ein javnaðarmann, og síðani fekk annar av varaskúlastjórunum boð um at sleppa sær á dyr, tí hon var donsk

 

? Eg havi verið á nógvum fundum gjøgnum lívið, men hetta er ein tann ljótasti, eg havi upplivað.

Hesi orðini eigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri í Vestmanna, eftir ein fund við Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann við ábyrgdini fyri fólkaskúlan.

Landsstýrismaðurin leikaði sambært skúlastjóranum í sum eitt ørt allan fundin og tveitti fólk, ið honum ikki dámdi, á dyr.

Tórbjørn Jacobsen hevði kallað Vestmanna skúla til fundar, eftir at tey í fjølmiðlunum høvdu víst á, at skúlin hevur fingið ov fáar tímar játtaðar, og at tað var neyðugt at skerja ein tíma av føroyskum, ein av donskum, ein av rokning og ein av kristni hjá hvørjum flokki, fyri at fáa tímatalvuna at hanga saman.


Ein tíma ov seint

Fundurin skuldi setast klokkan ellivu fríggjamorgunin. Men eingin landsstýrismaður sást fyrr enn klokkan tólv. Lærararnir noyddust tískil at bíða ein heilan tíma, áðrenn teir hittu landsstýrismannin, sum sjálvur hevði kallað inn til fundin.

Tá Tórbjørn Jacobsen so umsíðir setti fundin, var hetta við einum braki. Hann legði fyri við at tveita eitt av læraraumboðunum út av fundinum. Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen er álitisfólk í Vestmanna skúla, og var hon av leiðsluni biðin um at vera við á fundinum. Men Tórbjørn Jacobsen vildi ikki fundast við hana, tí hon er kona Hans Paula Strøm, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

? Eg fundist bert við leiðsluna, vóru boðini frá landsstýrismanninum.


Dugdi ikki føroyskt

Síðani varð fundast umleið 20 minuttir, til landsstýrismaðurin kom við næsta ógvusliga leikinum. Annar av teimum báðum varaskúlastjórunum í Vestmana skúla kom at nýta eitt danskt orð, tá hon skuldi greiða landsstýrismanninum frá nøkrum viðurskiftum.

Hetta toldi landsstýrismaðurin ikki.

? Tú dugir ikki føroyskt. Far út!, vórðu greiðu boðini frá Tórbjørn Jacobsen. Og tískil mátti Kirsten Simonsen, sum er donsk, men sum hevur prógv í føroyskum og hevur starvast í Føroyum í 17 ár, sleppa sær á dyr.

Hetta var ovboðið fyri leiðsluna í Vestmanna skúla. Tískil reistust øll og fóru av fundinum.

? Tað, sum Tórbjørn Jacobsen gjørdi, var út um alt mark. Hasin maðurin dugir als ikki fundarsið. Slíkur atburður hoyrir ongastaðni heima, sigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri í Vestmanna, og leggur afturat, at hann sjálvur er tjóðveldismaður.


Kæra

Gjáramorgunin sat lærararáðið í Vestmanna á fundi og viðgjørdi eitt referat frá fundinum við Tórbjørn Jacobsen.

Tá vit tosaðu við Jóannes Fonsdal var fundurin enn ikki liðugur. Men hann kundi tó siga so mikið, sum at lærararáðið ætlar at leggja referatið fyri Lærarafelagið, sum síðani fer víðari við málinum.

Lærarafelagið átalar annars í bløðunum í dag málburðin hjá landsstýrismanninum í viðmerking í Sosialinum í farnu viku um sama mál.