Leygardagin klokkan fimm letur Tóroddur Poulsen upp framsýning við ávikavist nýggjum træprentum og træprentum, sum ikki eru framsýnd áður.
Framsýningin er í í Steinprent í Skálatrøð 16 í Havn.
Hóast træprentini hjá Tóroddi Poulsen tykjast svartari enn bæði botnfall, asfalt og kirkjugarðsmold tilsamans, er myndaúrvalið raffinerað og fleirtættað.
- Boðskapurin er stundum filosofiskur og djúpur og onkuntíð meira skemtiligur ella absurdur, men aloftast er talan um eina typiska tóroddska sameining av fleiri rásum.
Tagnarmaskinan, ið framleiðir kvirru, gongur aftur sum myndevni í fleiri myndum og tann kendi lítli súkklarin hómast eisini onkrastaðni, men listamaðurin er eisini komin inn á nýggjar myndevnisligar leiðir, ið snúgva seg um tilfar, um træbretti, trækassar og svávuldósir og um tilfarið, vit eru gjørd av og sum vit eru felags um, sett yvir fyri einstaklinginum í heildini. Kumpassnálin er sett yvir á æviga spurningin: Hvør eri eg? Á einari av myndunum síggja vit fleiri byggiroyndir av kassum og øðrum, sum eru laðaðar ella settar upp onkursvegna, men sum allar tykjast vera steðgaðar í hálvum gekki. Hetta man vera sum tað eigur at vera.
- Vónbrotna og býttisliga viðmerkingin aldrin bleiv hann liðugur við nakað, stendur á myndini sum eitt ekkó frá einum vælmeinandi, men stokksettum samfelagi uttan nakra hóming fyri list ella listarligum verkætlanum.