Fríggjadagin letur Tóroddur Poulsen nýtt yrkingasavn út hondum. Í sambandi við útgávuna verður almenn móttøka í Norðurlandahúsinum fríggjadagin klokkan 16.
Talan er um eina sjáldsama bók við 33 yrkingingum, sum eru settar upp við síðuna av 33 træprentum.
Umframt yrkingarnar og træprentini í savninum, hugleiðir Kinna Poulsen um listina hjá Tóroddi.
Tóroddur Poulsen er høvuðsevnið í várútgávuni hjá amerikanska bókmentatíðaritinum, The Bitter Oleander Press, sum júst er útkomið, og fyri stuttum fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
Men Tóroddur Poulsen hevur ongantíð hvílt á laurberunum, tí hann skrivar, teknar og málar hvønn tann einasta dag og fríggjadagin letur hann so yrkingarsavnið, Fjalir úr hondunum.
Á móttøkuni í Norðurlandahúsinum verður Tóroddur Poulsen sjálvur til staðar og hann fer at lesa nakrar yrkingingunum, eins og nøkur av træprentunum eisini verða framsýnd.