Tórshavn 100 ár: Tá ið skúlabørnini mundu fingið Føroyar inn í 1. heimsbardaga

Systrarnar Anna Askham og Martha Matras kunnu sigast at vera ein góð ímynd av 100 ára søguni hjá Tórshavnar Kommunu. Ein stuttlig hending var, tá ið skúlabørn í Havn undir fyrra heimsbardaga hóttu bretska herflotan

1. partur

Árið 2009 hevur verið eitt satt fagnaðarár í Havn við øllum teimum tiltøkum, sum hava verið alt hetta árið . Um dagarnar eru komin ikki færri enn trý bind av ”almennu” havnarsøguni umframt tey tvey bindini, sum eru komin frammanundan. Henda útgávan er enntá ikki liðug enn.
Og so ikki um at tala mynda­bøkurnar hjá Birgar Johannesen og øðrum. Ein stórur partur av rithøvundavirkseminum hjá William Heinesen er eisini um Havnina, sum takkað honum er blivin kend um allan heimin.
Miðvikan eigur eisini sín part av hesi søguskriving. Millum annað hava vit lýst gomlu Havn­ina við endurgeving av dagbókum og annað tilfar hjá Petur Alberg. Hetta kundi einsa­malt fylt eina heila bók. Tað mest forkunnuga er søgan um lagið til tjóðsangin, sum fyrstu ferð kom fram í FF-blaðnum
Minnilig er eisini frásøgnin hjá Johan Norðfoss, sum lýsti nýggjara partin av Havnar søgu. Eisini er røðin Hendur ið Sleptu, har tað higartil hava verið 128 partar av lívssøgu nógvum teirra, sum hava myndað Havnina, og sum eru jarðað í gamla kirkju­garði í Havn. Her er heldur ikki liðugt enn.

Tvær systrar við 100 ára gamlari søgu
Áðrenn vit nú koma til endan av 2009 fara vit at hava tveir partar í Miðvikuni, sum koma at snúgva seg um tvær systrar í Havn, sum eisini eru ímynd av Havnini. Tær eru Anna Askham og Martha Matras. Anna man vera elsta fólk, sum hevur livað alla sína tíð í Havn. Her var hon fødd í 1901, og her doyði hon 104 ár seinni í 2005.
Martha Matras, systir Onnu, var fødd í 1909, og hevði tí júst aldurin á kommununi í Havn. Hon náddi eisini at liva inn í 2009, og kom tí at uppliva øll tey 100 árini hjá býnum. Báðar vóru sera skilagóðar og kundu greiða frá teirra langa lívi til tað seinasta.
Kelda til hesar partar av Mið­­vikuni eru samrøður við Onnu og Marthu, sum FF-blaðið hevði við tær í 2003. Saman við bróður­soninum Hera Mørkøre var avrátt, at tað kundi verið áhugavert at fingið eina samrøðu við ta tá 102 ára gomlu Onnu. Hon var fús beinanvegin, og tað var hugtakandi at práta við hesa gomlu konu, sum var so skilagóð. Anna búði tá á Ellisheiminum, og tað gjørdi Martha systir hennara eisini. Tí kom hon eisini at vera ein partur í hesi frásøgn.

Upplivdi alla menn­ing í samfelagnum
Tær báðar upplivdu stórt sæð alla menning, sum yvirhøvur hevði verið í Føroyum. Nærum tað einasta, sum tær ikki upplivdu, var, at húsini fingu innlagt vatn. Hetta hendi í Havn í 1898. Av øllum tí, sum ikki var til, kann nevnast vegir, bilar, ravmagn, radio, wc, telefon og alt annað. Meginpartin av hesum kom heldur ikki, fyrr enn tær vóru vaksnar.
Og so ikki um at tala allar tær broytingar, sum eru hendar í Havnini sjálvari. Táið Anna varð fødd, búðu bert 15.230 fólk í Føroyum. Av hesum búðu 1.656 fólk í Havn, har øll kendu hvønn annan. Tá ið Martha varð fødd, var fólkatalið komið uppá 1.800.
Tey pláss, sum vóru langt burturi, táið tær vóru børn, er í dag miðbýur í Havn, har tað nú búgva 10 ferðir so nógv fólk, sum tá tær vóru føddar.
Anna og Martha kendu eisini nógvar av teimum persónum, sum vit í dag meta at vera søguligar. Anna var javngomul við William Heinesen og Jørgen Frants Jacob­­sen, sum hon tí kendi væl. Tær báðar mintust eisini gamla Sloan, táið hann plagdi at ganga í býn­um, og hann legði hondina á høvdið á børn­unum og segði ”Tro på Jesus”.
Anna mintist Djóna í Geil, og báðar mintust tær synir hansara Kristin og Petur Alberg, sum hava sett so nógv merki eftir seg í sam­felagnum. Tískil upplivdu tær ta havnarsøgu, sum vit onnur bert hava lisið um.
Árið 1901, tá ið Anna varð fødd, var annars eitt ár við fleiri søguligum hendingum. Hetta árið kom Tingakrossur út fyrstu ferð við Kristin í Geil sum blaðstjóra. Blaðið kom vissuliga at merkjast á almenna orðaskiftinum! Sama ár verður Jóannes Patursson valdur á fólkating fyrstu ferð. Hetta var eisini árið fyri ”system­skiftinum” í Danmark við meiri­lutastýri. Hetta sama ár vóru fimm báta- og skipsvanlukkur við 21 umkomnum.

Foreldrini úr Lorvík og Kollafirði
Pápi Onnu og Marthu var Jákup Christian Mørkøre, sum var ætt­­aður úr Lorvík. Men pápi hansara, Óla Jákup Heinesen, var tó ætt­að­ur undan Liðanum í Norðra­gøtu. Fyri gøtufólk kann tað hava áhuga, at Anna var trímenningur Liða Dáva, sum millum onnur var ættar­faðir hjá Jarnskorunum, sum vóru nógv kendir í fótbólti í síni tíð.
Mamma Jákup, Billa, doyði, tá hann var 8 ára gamal. Jákup kom at vera hjá hjúnunum Onnu Katrinu, sum var gumma hansara, og Johan Olsen og børnum teirra, Cathrina og Johanna Margretha, í Lorvík. Her búði hann so sambært fólkateljingini, táið hann var 15 ár.
Í fólkateljingini 1911 stendur, at Jákup er fluttur til Havnar í 1885. Pápi Jákup, Óla Jákup, livdi til 1890.
Fostursysturin, Johanna Margretha, flutti seinni til Havnar á Skansavegin, og giftist við Óla av Lava. Mamma hennara, Anna Katrina, fylgdi seinni við og tók stóra klíggjavevin hjá sær við, og hon vevaði fyri fólk. Anna og systkin hennara kallaðu hana fyri ”omman á Skansaveg.”
Tískil komu Anna, Martha og hennara systkin ikki at hava tað stóra sambandið til Lorvíkar.
Jákup fór til skips við ”Norð­lýsinum,” har Hans Mohr var skipari. Hann var við har í tvey ár. Hann kom til Havnar sum 17 ára gamal at læra til snikkara, og hetta gjørdi hann hjá Glyvra­snikkaranum Petur Jákup Hansen, hvørs einastu eftirkomarar liva í New Zealandi. Ein versonur hansara var Niels Holm, sum er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu.
Ein sum kallaðist Lassin, og sum Jákup hevði siglt saman við, skaffaði honum innivist hjá bókbindaranum H. N. Jacob­sen, sum tá búði í Quillingsgarði.

Dreymur um fyrra mannin gjørdist serstøk Mørkøreætt
Tað er áhugavert, hvussu Jákup kom at eita Mørkøre til eftirnavn. Tá ið maðurin var deyður, giftist Billa aftur við Óla Jákup. Hon gjørdist við barn. Náttina fyri, sum hon átti, droymdi hon tann fyrra mannin. Hon hevði ætlað at uppkalla mannin við for­­navni, men í dreyminum vildi hann hava barnið uppkallað við sínum eftirnavni eisini. Tí gav hon soninum, hon fekk, navnið hjá fyrra manninum við eftirnavni, sum var Mørkøre. Tí hevur henda Mørkøreættin einki ættarsamband við ta “røttu” Mørkøre ættina.

Rytter var kanska ikki so galin kortini
Mamma Onnu var Johanna Sofía f. Niclassen, sum var ættað úr Kollafirði.
Hon kom eisini ung til Havnar. Tó kom hon fyrst at vera í Nóls­oyar, haðani mamma henn­ara var ættað. Síðan fór hon til Kald­baks og haðani til Havnar, har hon hitti Jákup.
Tey bæði giftust so í 1896, og tey búsettust í C. Pløyensgøtu, á horninum til Nólsoyar Pálsgøta, sum fyrr varð kallað Ormur langi. Hetta er beint við dómhúsið, so tey hava búð mitt í Havn. Tey bæði fingu 9 børn, seks gentur og tríggjar dreingir, har Anna var tað triðja í røðini, og Martha var tað sætta.
Her kann verða nevnt, at øll børnini búsettust í Havn, og tað var allar dagar gott samanhald teirra millum. Systrarnar gingu fast túr, og øll systkini skiftust um at fara inn hjá hvørjum øðrum.
Pápin var snikkari, og her hevði hann gott til at bregða, tí pápi hansara var kendur sum ein góður timburmaður. Jákup hevði verkstað í kjallaranum. Tað at vera snikkari var veruliga at gera alt millum himmal og jørð. Hann var væl útgjørdur eftir viðurskiftunum tá. Martha mintist, hvussu góður ordan var í øllum. Hvør nál og alt annað lá, har tað skuldi liggja, so tað kundi finnast sjálvt í myrkri.
Millum annað arbeiddi Jákup, ella sum hann varð kallaður Lorvíks-Jákup ella Snikkara-Jákup, nógv fyri amtmannin. Hetta gjørdi, at familjan kom nógv í samband við donsku embætismenninar. Ein kundi trú, at her var stórur klassa­munur, men soleiðis mintust Anna og Martha tað ikki. Systkini spældu saman við embætis­mannabørnunum á jøvnum føti við hini børnini, og hesi lærdu eisini skjótt føroyskt. Hetta samsvarar eisini við tað, sum vit áður hava skrivað í Miðvikuni um amtmannin Ringberg, sum var her í 30-unum, og sum Anna og Martha mintust væl. Hansara børn tosaðu framvegis føroyskt 70 ár eftir, at tey vóru farin úr Føroyum, eins og tey føldu seg framvegis at hoyra heima í Føroyum. Ein sonur, Hans, var í summar ”heima” í Føroyum.
Ein amtmaður, sum Anna mintist væl frá sínum barnaárum, var Svenning Rytter, sum var í starvi 1911-1918. Hann hevur nú ikki fingið tað besta eftirmæli í Føroyum sum tann, ið skuldi spenna bein fyri, at føroyskt skuldi lærast í skúlanum.
Men Anna hevði góð persónlig minni um Rytter. Hon mintist millum annað, at tey plagdu at fáa jólapakkar frá teimum hjá Rytter. Og tað, sum tær báðar mintust serliga væl, var, at jólapakkarnir vóru innpakkaður í jólapappíri, sum tá var púra ókent! Børnini hjá Rytter vóru Karin, Margretha og Arne.

Spældu inni hjá dómaranum
Millum aðrar av embætisfamiljun­um, Anna mintist sera væl, var sorinskrivarin Helms, sum búði í Føroyum 1902-1912. Tey høvdu ein sera vakran urtagarð, sum eisini varð nýttur um kvøldarnar til ”selskap,” og tá vórðu lyktir hongdar upp í trøini. Hanna hjá Vága Kristoffuri var einaferð, eftir at tey vóru farin av landinum, og vitjaði tey. Tað fyrsta, børnini bønaðu hana um, var at fara at baka drýl, tí tað høvdu tey saknað, síðan tey komu til Danmarkar aftur!
Eftir stutta tíð var urtagarðurin farin í órøkt, og Hanna segði seg ikki hava hjarta at siga teimum frá hesum. Embætismenninir máttu tá gjalda havarøkt av egnum peningi, og tað vóru ikki allir, sum vildu nýta pening til slíkt endamál.
Av embætismonnum kann eisini verða nevndur sorinskriv­arin Hans Christian Thygesen, sum var her um sama mundi sum Rytter, 1912-1918, og sum var eftirmaður hjá Helms.
Her kom serliga Martha at kenna hesa familjuna, tí tey áttu eina dóttir, Mutte, sum var javn­gomul við Marthu. Her var heldur eingin klassamunur. Tey sluppu at spæla inni hjá dómaranum akkurát sum teimum lysti, og Mutte tosaði føroyskt sum ein føroyingur.

Seymaði madrassur til sanatoriið
Hóast tey nógvu børnini, so hjálpti mamman eisini til í virk­seminum hjá pápanum. Mamman polstraði nevniliga til dømis møblar. Hetta var eisini eitt vítt øki, tí her skuldi bæði gerast úr nýggjum og gomlum. Ein uppgáva hjá mammuni var, at hon seymaði madrassir til sanatoriið.
Tá madrassurnar fingu nýggjar eigarar, blivu tær ”ovnaðar”, sum Anna tók til. Hetta merkti, at tær blivu hitaðar upp, so tær blivu sterilar. Hetta var sjálvsagt neyðugt fyri at fyribyrgja smittu. Hetta varð tó gjørt uppi á sana­tori­inum, áðrenn tær komu oman á verkstaðið. Men uppgávan hjá teimum var at seyma uttanum madrassurnar, so hvørt tær slitust.
Jákup arbeiddi eisini nógv við máling. Og hetta var eisini eitt kynstur til dømis at fáa teir røttu litirnar. Jákup lærdi frá sær til Poul í Geil, sum hann eisini samstarvaði nógv við. Poul í Geil, sum var sonur Djóna í Geil, gjørdist stóri málinga­handilsmaðurin í Havn. Anna mintist, hvussu pápin plagdi at blanda málingapulvur av ymsum litum fyri júst at fáa tann litin, hann vildi hava.
Jákup var eisini ein partur av søguni hjá Egil Djurhuus, abbason faktorin í Klaksvík Johan C. Djurhuus, sum vit høvdu eina røð um fyrr í ár. Egil greiddi frá í síni dagbók, at Jákup plagdi at vera niðri á apotekinum, har Egil búði hjá pápabeiggjanum apotekarar Johannes Djurhuus, táið okkurt skuldi smíðast. Hann hjálpti eisini Egil við bandagum, sum hann mátti brúka. Súsanna, sum helt hús á apotekinum, var eisini svigarinna Jákup.
Umframt sítt sjálvstøðuga virksemi, hevði Jákup eisini starv sum pedellur við tá nýggja realskúlan, sum liggur beint við kommunuskúlan í Tórsgøtu. Hetta kundi eisini geva nógv arbeiði. Tað fasta var, at hann skuldi kyka, áðrenn børnini komu í skúla, og á vetri var kavarudding ein av hansara uppgávum. Og tá var jú meira kavi enn nú! So her skuldi ofta farast tíðliga upp.

Keyptu mjólk og skóru torv
Heima hjá Onnu og Marthu høvdu tey ikki kúgv, sum var vanligt at hava í Havn tá. Fyri at hava kúgv, var neyðugt at hava trøð, og tað høvdu tey ikki. Annars var ikki heldur pláss fyri kúgv, tí verkstaður var í kjallaranum. Við tí fulltíðararbeiði, sum Jákup hevði, var ikki eins neyðugt hjá honum at hava trøð sum hjá teimum, sum ikki høvdu so fasta inntøku. Tey høvdu tó hønur. Mjólk fingu tey frá Óla á Kák og seinni frá meiarínum.
Men teirra húski var tó merkt av ”stórbýnum”, soleiðis at nógv varð keypt. Tey keyptu hjá Evensen, sum var ein av stóru fyritøkunum í Havn tá í tíðini.
Tískil varð døgurðamatur eisini keyptur í ein fittan mun. Men tær báðar mintust tó, at tey fingu blóðpylsu. Pápin plagdi at fletta fyri apotekaran Djurhuus, og fyri hetta fekk hann avroðini og tískil eisini blóðið afturfyri. Tað varð goymt á verkstaðnum, har borsýra, sum varð selt undir navninum Aseptin, varð koyrd í fyri at varðveita tað. Hetta hevði neyvan verið loyvt í dag. Men hetta skaddi tey tó ikki!
Tey plagdu eisini at fáa nátar frá ættini í Nólsoy. Tá skyldfólkini úr Nólsoy komu til Havnar, plagdu tey at hava seið og mjólk við sær. Serliga mintist Anna til ommubeiggjan, Johan við Garð, sum var verfaðir tann kenda skiparan Mortan í Hvannasundi. Her kann skilast til, at mjólkin hevur verið ein luksusvøra, í hvussu er fram til 1908, tá meiaríið við ”Ruth” kundi fáa mjólk frá bygdunum.
Eins og havnarfólk gera í dag, fór pápin oman í Vágsbotn at keypa fisk, og hava vit eina stuttliga mynd, sum Anna hevur tikið av pápanum við tveimum teggjum.
Men tey skóru torv, og var hetta uppi við sápufabrikkina á veg niðan til Hoydalar. Tað var fast, at byrjað varð við torvskuri grundlógardagin. Hendan dagin kyndu tey eisini eld í haganum og hugnaðu sær.

Bygdargentur vaskaðu hárið í landi
Havnin var so framkomin, at her fekst sápa. Anna og Martha mintust tí einki til at vaska í landi, sum annars er besta sápan, sum finst. Men tær mintust, at ein vestmannagenta búði eitt skifti hjá teimum, og hon hevði eisini eina systir í Havn. Aðru hvørja viku vaskaðu tær hárið hjá hvørji aðrari í landi. Anna og Martha mintust, hvussu hárið hjá teimum glansaði!
Tað hoyrir við til hesa søgu, at landið, sum varð nýtt at vaska hárið, skuldi standa eina tíð. Og so skuldu bert dropar í sjálvan løgin, og aftaná varð vaskað við sápu.

Gøtuljósini vóru 10 linjurs petroleums­lampur
Eitt, sum var nógv øðrvísi tá enn nú, var ljós. Tey brúktu petroleumlampur, men undir 1. heimsbardaga, tá petroleum ikki fekst, máttu tey nýta lýsilampur. Hesar dálkaðu illa, men sum frá leið fingust lampur, sum minkaðu um hendan vansan. Nyholm Debes var ein av teimum, sum ”uppfann” eina slíka lampu. Tað funnust eisini onnur modell.
Anna greiddi frá, at ”frú Joensen”, kona Grønlands Johan, kom við hesum modellinum úr Grønlandi, har hann hevði verið kolonistjóri. Kona hansara Amalia var dóttir gamla H.C. Müller.
Anna mintist, at kúlulýsi av grindahvali var tað besta brenni til lampurnar. Men meðan tað í dag bert skal trýstast á ein knøtt fyri at fáa ljós, mátti lýsið fyrst bræðast!
Tá vóru eisini gøtuljós, men tey vóru eisini øðrvísi enn í dag, har tey tendra og sløkkja av sær sjálvum. Tað fyrsta, Anna mintist til gøtuljós, vóru 10 linjurs petroleumslampur, sum vórðu hongdar í steyrar fram við gøtuni. Tær mundu meira hava verið ætlaðar at vísa, hvar vegurin var, heldur enn at lýsa upp. Men hetta var eisini ein framúr nytta. Seinni vóru tað ”stormking,” sum var ein meira framkomin lampa, sum virkaði sum ein primus, og var hetta eitt stórt framstig. Lampurnar skuldu bæði tendrast og sløkkjast, og tann sum hevði hetta arbeiði, var Demmus á Jagri, sum seinni flutti norður til Oyrar, har hann gjørdist undangongumaður at turka fisk.

Plantagan sum partafelag
Anna upplivdi enntá at plantagan í Havn bleiv til. Fyrsta træ varð sett niður, tá hon var 5 ár gomul, og varð tað sett niður av Óla í Króki. Tað vóru privatfólk, sum tóku stig til plantaguna, og var hon uppruna­liga eitt partafelag. Millum onnur átti vermamma Onnu eina aktiu. Plantagan varð stongd um náttina, so eitt ”summar­kvøld í plantaguni” bar ikki til tá uttan hjá aktionerum! Teir høvdu nevniliga lykil til plantaguna, so teir sluppu altíð kvøldtúr.

Ferðast mátti við róðr­ar­báti til Kolla­fjarðar
Sum børn komu tey nógv til Kollafjarðar, har tey hildu til hjá Niclas, mammabeigganum, sum var gubbi Onnu. Anna var so sera góð við hann og hekk altíð uppi í honum.
Omman tók hana nógv til Kolla­fjarðar, tí hon hevði eingilska sjúku. Í Kollafirði skuldi hon gøðast, sum var einasti og enn viðurkendur sum besti kurur móti sjúkuni. Her fekk hon serliga nógva mjólk og spik. Og spik fekk hon so nógv av, at hon seinni í lívinum ikki kundi torga spik.
Men tað áhugaverdað er munurin á, hvussu Anna og tann 9 ára yngra systirin Martha, upplivdu ferðingarmøguleikarnar til Kollafjarðar, har tað í dag tekur eitt korter í bili. Í tíðini hjá Marthu varð farið við ”Ruth”, sum var nýggja stásiliga farið hjá Mjólkaforsýningi, sum kom í 1908, og sum var eitt rættiligt frambrot í ferðamøguleikunum, eisini inn á Skálafjørðin.
Men táið Anna fór til Kolla­fjarðar at ferðast, var tað við árabáti! Hon mátti passa sær fart, táið bátur fór kortini, og so biðja um at sleppa við.
Anna mintist framvegis, hvussu óslætt tað kundi vera við Hoyvíkshólman. Vanliga var farið við Oyrareingjabátinum. Mammubeiggin, Niclas, búði á Heyggi, sum var á leiðini, so Anna kundi verða sett av har. Niclas varð kallaður “olju­kong­urin”, tí hann seldi petroleum og olju í Føroya fyrstu oljuhavn, sum var á Langasandi í Kollafirði. Hetta hevur tó verið í lítlum stíli í mun til í dag, tí goymslan var í tunnum.
Her kann skoytast uppí, at Niclas man vera ein av fáum føroyingum, sum hevur verið uppi á Rockall. Hetta var í 1886, tá hann var við “Delfinini”. Tað kundi verið áhugavert í samband við hesa søgu at greiða frá, hvussu mammubeiggi Onnu upplivdi Rokkin, og hvussu Anna mintist Niclas greiða frá hesum. Hann sigur hann eisini frá í bókini um Rokkin hjá Niels Juel Arge:
“Laðbergið var ringt, einki undirlendi, so ein mátti velja sær ta bestu og kyrrastu løtu. Ein dagin seinast í mai fóru vit fimm mans í bátin og róðu til steinin. Líkindini vóru góð. Á útsynningshorninum hildu vit á, og hildu hetta var einasta stað, ið vert var at royna. Ein kulla var at seta fótin í. Vit syftu okkum uppá. Tað var nakað mjátt niðaná, men ikki bilaði. Slættin er eingin uppi á, eysturrøðin er skørp. Hinar síðurnar eru heldur rundbøllutar.
Vit favnaðu steinin. Ummáls var hann 30 favnar, og størsta hædd frá sjóvarmálanum er 12 favnar. Vit sóu einans lomvigur og álkur á steininum. Lomvigareggini lógu í smáum kullum. Vit tókum 200 egg.
Grasstrá er ikki skapt á steini­num. Helst er hann undir­rokin í ódnarveðri. Ikki er heldur heilt reint uttan um hann, tí ein fles liggur uttanfyri. Tarin av henni kemur upp undan.”
Skiparin var Poul Niklái Daniel­sen, mammubeiggi Niclas og tískil ommubeiggi Onnu og Marthu. Poul Niklái var annars pápi Pola á Glyvrum.
Annars var kona Niclas ættað úr Horni í Havn. Hon kallaðist Katrina, og var systir tann gamla Dánjal í Horni. Verdóttir Dánjals, Petra, sum var gift við Hannis, mintist væl tey bæði. Tá tey komu til Havnar, búðu tey í Horni, har tey føldu seg heima, tí hon var jú ættað haðani. Katrina hevði postin í Kollafirði og var kanska tann, sum var mest framlig av hjúnunum. Petra mintist Niclas sum ein framúr hjartagóðan persón, og hetta eru so eisini royndirnar hjá Onnu. Tá konan var deyð, kom Niclas til jóla við einum sekki av eplum og eini royttari gás og segði: “Hetta skulu tit eiga frá mær”. Hvør skal siga, nú er tað eg, sum bestemmi, nú konan var deyð. Men hann livdi ikki leingi eftir hetta. Hann gekk ikki av árinum.
Petra greiddi eisini frá einum dømi um, hvussu viðurskiftini vóru tá á døgum. Katrina var kend fyri “altíð” at vera í Havn! Tað kundi enntá henda, at hon var sædd at fara til Kollafjarðar ein dag við “Ruth”, eftir at hava verið ørindini í Havn, og so kundi hon aftur síggjast í Havn dagin eftir. Slíkt var óhoyrt tá á døgum. Men tá tað hendi, frættist tað eisini.

Tá fólk ikki tordu í song fyri dómadegi
Anna mintist Haleys komet í 1910, sum fekk fólk at óttast fyri, at nú var dómadagur komin. Halastjørnan var sum at síggja drekar við eldi aftaná sær. Anna mintist ikki til, at hon sjálv var rædd, men hon mintist, at fólk óttaðust fyri, hvat ið fór at henda, tá sjálvur halin rakti jørðina. Ta náttina, sum hetta skuldi vera, tordu fólk ikki at fara í song. Men einki stórvegis hendi. Hendan halastjørnan kemur higar hvørt 76. ár og var tískil aftur á okkara leiðum í 1986.

Tá kongsins føðingardagur
kundi skapt kríggj
Anna gekk í skúla í tí tá nýggja og framvegis stásiliga kommunuskúlanum, sum í dag er umsiting hjá býráðnum. Tað vóru seks klassar. Lærarar, sum Anna mintist, vóru Poul Jensen, sum var skúlastjóri, Hans Kamban, Jógvan Waagstein, sum eisini var ein kendur listamaður og tónleikasmiður, og so Maria hjá Konrad. Anna mintist sera væl til Mariu fyri, hvussu væl hon dugdi at læra frá sær. Maria kom seinni í skúlasøguna, tí hon máttu fara frá sum lærari, tí hon gjørdist ”baptist”.
Tað varð annars ikki lært føroyskt í skúlanum, men hetta gjørdi tó, at børnini kláraðu seg væl í donskum. Hetta var eisini nakað sum Poul Jensen legði stóran dent frá, sum greitt frá fyri kortum í røðini Hendur ið Sleptu.
Ein skúladagur var, sum Anna mintist betri enn aðrar, og var hann í 1914. Tað var fastur siður, at kongsins føðingardag, 26. september, varð farið út á skansan at skjóta fyri kongi við kanónunum, sum enn standa har. Marsjerað varð út á skansan við flaggberara á odda. Kommunu­skúlabørnini gingu fremst, og realskúlabørnini gingu aftaná. Hetta var beint mótsatt av tí, sum annars varð roknað fyri at vera ”tignin”, har realskúlabørnini vóru tey ”fínaru”. Tann, sum skjeyt, var politisturin Sámal á Krákusteini.
Men júst í 1914 var fyrri veraldarbardagi júst brostin á einar tveir mánaðar framman­undan við týskari luttøku. Og tað vildi ikki øðrvísi til, at júst meðan tey skjóta fyri kongi, kemur ein enskur krússari í Nólsoyarfjørð. Har umborð hoyrdu teir eisini skotini. Tað var nærliggjandi hjá teimum at hugsa, at týskarar høvdu tikið Føroyar, og at hetta var eitt fíggindaálop, sum var í gongd. So her var ikki annað at gera enn at fara at rigga til mótálop! Men so langt kom tað tó ikki. Bretski konsulin, Valdemar Lützen, fór umborð á krússaran at forklára, hvussu hetta hekk saman, so henda diplomatiska kreppan fekk ein friðarligan enda. At so týskarar tvey ár seinni søktu føroyskar sluppir, er ein heilt onnur søga.

Tíðindini vórðu sligin upp á Restorffs portur
Annars mintist Anna ikki so nógv til, at fyrri heimsbardagi hevði ta stóru ávirkan á dagligdagin. Men sum tað er alment kent, fekst ikki korn, og tá fóru føroyingar aftur undir korndyrking.
Men Anna kundi tó greiða frá muninum millum tíðinda­flutninginum tá og nú, vit kunnu fylgja kríggjum sum ein fótbólts­dyst heima í stovuni á sjónvarps­skíggjanum ella á alnótini.
Undir 1. heimsbardaga fór tíðindaflutningurin fram á tann hátt, at telegrammini við tíðindi frá krígnum vórðu sligin upp á Restorffs portur. Hetta var har Hotel Hafnia er í dag, og har Johan Restorff, abbi tann Johan Restorff, vit kenna í dag, hevði gistingarhús.
Her kundu so seinastu tíðindini lesast, áðrenn tey komu í Dimma­lætting ella Tingakross. Tá bar eisini til at skriva tíðindini av og at taka tey heim við sær.


Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá, tá Anna nýtti trý samdøgur við Smirli frá Gjógv til Havnar