Fríggjadagin 28. februar hátíðarhelt Tórshavnar Bátafelag, at felagið var vorðið 5 ár. Í hesum sambandi var móttøka frá kl. 16 ? 19 í felagshølunum í Vágsbotni, har nógv fólk møttu. Stigtakarar til felagið vóru Øssur Hjalt, Kartni Olsen og Heðin Ólavson. Formaður felagsins er Kartni Olsen, Øssur Hjalt er næstformaður, kassa-meistari er Alvi Nielsen, hinir í nevndini eru Páll Klein og Erhard Mortensen. Felagið hevur í dag næstan 600 limir. Felagshølini eru opin mánakvøld, mikukvøld og leygardag fyrrapart.