Túrurin hjá ?La Mondiale? við árum um Atlantshavið byrjar í dag. 37-ára gamli Livar Nysted úr Hvannasundi er ein av manningini. Teinurin, sum róð verður um Atlantshav er frá Puerto Morgan á Gran Canaria og til Barbados á Vestindisku Oyggjunum. Ein teinur uppá 2600 fjórðingar. Ætlanin var at leggja frá landi 31. desembur, men veðurlíkindini hava ikki verið til vildar fyrrenn nú, tí er ætlanin, at leggja frá landi kl. 17 í dag.
Báturin ?La Mondiale? er bygdur í 1991 og hevur verið brúktur til fleiri túrar um høv. Hann hevur sett fleiri heimsmet, bæði í longd á túrum og í ferð tvørtur um hav.
Báturin er 15,5 metrar langur og 2,8 metrar breiður. Hann vigar bert 639 kilo tómur og 3900 kg fullfermdur.
Tað eru settir 2 mánaðir av til túrin, men ætlanin er at klára tað undir ein mánaða og sostatt seta heimsmet.
Á heimasíðuni www.trip.fo er møguleiki at fylgja við, hvussu gongst á túrinum.