Seksualiteturin er nakað vit menniskju hava við okkum gjøgnum alt lívið; ung sum gomul, frísk eins og deyðasjúk. Seksualiteturin er í grundini eins natúrligur partur av lívinum sum at eta, drekka og anda. Kortini hava tey flestu sera trupult við at seta orð á, tá sjúka hevur við sær, at seksualiteturin og harvið eisini sexlívið millum tvey ikki longur kann vera, sum tað var. Hóast tað alsamt gerast fleiri, sum liva eitt langt og gott lív við til dømis krabbameini, sita mong av teimum framvegis og kenna seg sera einsamøll við sínum tankum og kenslum um, hvussu sjúkan hevur ávirkað teirra sexlív.
Í eini roynd at varpa ljós á evnið og í eini vón um, at tað tískil kan gerast meir nátúrligt at tosa um tað, skipaði felagsskapurin hjá Norðurlendsku Krabbameinsfeløgnum í heyst fyri eini ráðstevnu í Oslo undir heitinum ?Krabbamein og seksualitetur?, sum var tann fyrsta av sínum slag í Norðurlondum. Umboð frá Føroya Felag Móti Krabbameini vóru við á ráðstevnuni, tí eisini her heima vil felagið fegin varpa ljós á, hvussu sjúkan kann ávirka sexlívið, soleiðis at tað verður natúrligt at tosa um tað, sum lið í rehabiliteringini hjá krabbameinssjúklingum.
Broytt kropsmynd
Lív Lognberg og Elin Vitalis, sjúkrarøktarfrøðingar, eru við í Stomi-bólkinum hjá felagnum móti krabbameini. Arbeiðið í bólkinum snýr seg um at ráðgeva teimum, sum hava fingið lagt tarm ella bløðru út á síðuna, og tí hava tær báðar rættiliga gott innlit í tær avleiðingar, ein broytt kropsfatan kann hava fyri sjúklingin og harvið sexlívið.
Felags fyri øll, ið hava fingið viðgerð fyri krabbamein, er, at teirra fatan av kroppinum broytist. Uttan mun til, um sjúkan ella viðgerðin hava sett sjónlig spor, kennir tann sjúkuraktið seg onkusvegna øðrvísi enn fyrr. Kvinnan, ið hevur mist annað bróstið, kann fjala tað við eini protesu, men hon veit, at hon ikki er tann, hon einaferð var. Oftast kennir hon seg minni kvinnuliga, tí kvinnur jú eiga at hava tvey bróst. Og maðurin, sum er vorðin impotentur, heldur seg jú ikki røkka til á sama hátt longur. Fyri nógvar menn er støðan enntá nærum einstýðandi við, at ein ikki kennir seg sum mannfólk longur.
? Okkara kropsfatan er tætt tengd at okkara samleika og harvið at okkara sjálvsvirðing og seksualiteti. Hetta hongur jú alt saman, tí hjá einum, sum hevur mist sítt gamla sjálvsvirði, kann tað vera sera torført at ímynda sær seg sjálvan sum seksuelt lokkandi. Í slíkum førum síggja vit ofta, at fólk taka tað sum givið, at tey ikki kunnu rokna við, at sex verður ein partur av lívinum aftur. Men soleiðis nýtist tað als ikki at vera. Í staðin fyri at góðtaka, at sexlívið er fánað burtur, skulu tey heldur góðtaka ta nýggju kropsmyndina og læra seg at liva við henni. Megna tey tað, ber tað væl til, at fáa sexlívið at virka aftur, sjálvt um seksuella samveran verður øðrvísi, enn hon var, greiða Lív og Elin frá.
Tabu á báðum síðum
Fyrsta treytin fyri at fáa sexlívið at virka aftur er, at sjúklingurin ikki kennir seg illa av at tosa um trupulleikarnar, sum møguliga eru. Hetta krevur av heilsustarvsfólkunum, at tey duga at meta um, nær rætta løtan til eitt prát er har og ikki bara fara fram eftir fummum, men virða tey mørk, vit øll hava, tá tað snýr seg um eitt so viðkvæmt og persónligt evni. Hinvegin kann tað eisini væl hugsast, at sjúklingurin fegin vil tosa um støðuna, meðan starvsfólkið hevur hug at bera seg undan.
? Tað eru ikki bara sjúklingarnir, sum ofta halda tað vera torført at koma inn á, hvussu sjúkan ella viðgerðin hevur ávirkað teirra sexlív. Vit fakfólk hava sum heild ikki nóg gott innlit í evnið og mangla ofta dirvið til at taka spurningin upp saman við sjúklinginum, sigur Lív Lognberg.
Júst hetta var ein av aðaltáttunum á krabbameinsráðstevnuni í Oslo í heyst. Í hesum sambandinum segði Haakon Aars, yvirlækni, millum annað
? Allir krabbameinssjúklingar eiga at hava krav uppá samrøður um, hvussu sjúkan fer at ávirka teirra sexlív. Hóast starvsfólk innan heilsuverkið eisini eru ávirkaði av galdandi morali og normum, eiga tey at megna at endurskoða sín egna hugburð fyri at kunna arbeiða við menniskjum, sum kanska hugsa øðrvísi, enn tey sjálvi.
Vantandi samskifti millum sjúkling og heilsustarvsfólk hevur ikki bara við sær, at sjúklingurin ofta kennir seg sera einsamallan við trupulleikunum. Tíverri hendir tað eisini, at sjúklingar ikki verða nóg væl kunnaðir um avleiðingarnar av eini skurðviðgerð til at kunna taka eina væl umhugsaða avgerð. Dømi eru um eitt nú mannfólk, sum hava latið seg skurðviðgjørt uttan at vita, at teir kundu gerast impotentir av tí. Lívsgóðska kann vera so ymisk frá menniskja til menniskja, og tí eiga starvsfólk innan heilsuverkið eisini at hýsa tankanum um, at ein krabbameinssjúklingur møguliga heldur vil liva í vónini enn at váða at missa sínar seksuellu førleikar.
Hvat er sex?
Ein spurningur, sum eyðvita trongir seg á í hesum viðfangi er, hví sex er so týdningarmikið. Nógvir sjúklingar eru eisini í fyrsta umfari so takksamir fyri at hava yvirlivað sjúkuna, at spurningar sum tengja seg at sexlívinum fáa dám av at vera luksustrupulleikar. Hetta kann sjálvsagt eisini vera ein av orsøkunum til, at sjúklingar ofta aftra seg við at orða trupulleikan við onnur.
? Tað ber neyvan til at definera, hvat sex er fyri nakað. Men í øllum førum er tað ein liður í tí at vera menniskja og í flestu førum eisini ein týdningarmikil liður í nærleikanum mill-um tvey menniskju, sum hava valt at liva saman. Sex er ein máti, menniskju játta hvønn annan uppá, og fyri nógv er sex tætt tengt at mátanum, tey vísa sín kærleika. Onkusvegna er seksualiteturin tískil altíð ein virðismikli partur av lívinum hjá tí einstaka, og tí má hann vera ein nátúrligur liður í rehabiliteringarbeiðinum, tá tann sjúkurakti skal fóta sær av nýggjum, sigur Karen Heinesen, sosialráðgevi hjá Føroya Felag Móti Krabbameini.
Arbeiðið hjá felagnum móti krabbameini miðar í hesum sambandi móti, at sjúkan ikki kemur at gera av, hvørt tað eydn-ast sjúklinginum at hava eitt nøktandi sexlív. Hetta krevur samstundis, at tann sjúkurakti er opin fyri teimum broytingum, sum kunnu gerast neyðugar - tað verið seg at brúka hjálpitól, nýggjar samlegustøður ella kanska heilt nýggjar mátar at vera saman uppá. Tí krevur nýggja støðan ikki minst, at bæði starvsfólk og sjúklingar rista av sær gamlar ímyndir um, hvat er ?normalt?, og hvat ikki er.
???
Tabu ? eisini millum heilsustarvsfólk
Tey flestu, sum fáa staðfest krabbamein, hugsa fyrst og fremst um útlitini fyri at gerast frísk, men ein nýggj donsk kanning vísir, at fyri tey allarflestu verður spurningurin um, hvussu sjúkan og viðgerðin fer at ávirka seksualitetin eisini rættiliga átrokandi:
?80 % av krabbameinssjúklingunum siga seg ynskja kunning um, hvussu sjúkan og viðgerðin kann ávirka teirra sexlív
?50 % tora ikki at spyrja, um ikki starvsfólkini sjálvi taka stig til at tosa um evnið
Samstundis vísir kanningin, at:
?50 % av heilsustarvsfólkunun vanta vitan um, hvussu sjúkan ella viðgerðin kann ávirka sexlívið
?22 % hava ongantíð tosað við sjúklingar um evni, sum hava tilknýti til seksualitet
?43 % nevna smædni, sømiligheit og tabu sum forðingar