Aftan á valið í gjár kann CDU/CSU skipa samgongu saman við Fríu Demokratunum ístaðin fyri sosialdemokratunum, sum fingu ein dyggan frammaná í gjár. Endaliga úrslitið av valinum var, at teir kristiligu demokratarnir í CDU og systirflokkurin CSU fingu 33,8 prosent av atkvøðunum. Tað er 1,4 prosentstig minni enn á valinum í 2005 og tað ringasta úrslitið síðani 1949.
Harafturímóti fekk tann lítli borgarligi flokkurin FDP eitt gott útslit við 14,6 prosentum av atkvøðunum, og hann kann nú tryggja Angelu Merkel, kanslara eina brgarliga stjórn.
Sosialdemokratiski flokkurin SPD var tann stóri taparin. Flokkurin fekk 23,0 prosent ímóti 34,2 prosentum á valinum í 2005. Tað er ringasta úrslitið síðani seinna heimsbardaga.
Tey Grønu fingu 10,7 prosent, og sosialistaflokkkurin Die Linke fekk 11,9 prosent.
Sambært valnevndini fáa CDU/CSU og FDP 332 av teimum 622 umboðunum í Samveldisdegnum. SPD fær 146, Die Linke 76 og Tey Grønu 68.