Týskland gjørdi skjótt av

Svøríki kom seg ongan tíð eftir eina vánaliga byrjan, tá Podolski tvær ferðir sendi bóltin í kassan

HM 1/8 finala

Týskland verður partur av fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum.
Í dag hevði vertstjóðin ongar trupulleikar av Svøríki, ið mest sum alt fyri eitt fekk av at vita. Tá 12 minuttir vóru farnir, hevði Miroslav Klose tvær ferðir sera hegnisliga lagt upp til álopsfelagan, og so hevði Podolski at kalla avgjørt dystin.
Svøríki megnaði ongantíð at koma seg eftir hetta, og hóast Henrik Larsson misnýtti brotsspark eftir 53 minuttum, so gjørdist talan sjáldan um nakran veruligan spenning.

Týskland-Svøríki 2-0 (2-0)
1-0: L. Podolski, 4.
2-0: L. Podolski, 12.
Reytt kort T. Lukic (SWE), 35.