EM er liðugt fyri Danmark á hesum sinni. Tað er greitt, eftir at triðja og seinasta umfar í bólki B er avgreitt í kvøld. Týskland vann 2-1 á Danmark, samstundis sum Portugal vann á Hollandi. Týskland er víðari sum vinnari av bólkinum, meðan Portugal við Cristiano Ronaldo á odda er víðari sum nummar tvey.
Fyrstir at fáa mál vóru hollendarnir, tá Rafael van der Vaart uttanfyri brotsteigin sendi bóltin heilt úti við handari stong. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom so Týskland á odda. Uppspæl úr høgru endaði við at bólturin kom innfyri til ein leysan Lukas Podolski, sum sendi bóltin í málið.
Fimm minuttir seinni javnaði Danmark. Eftir hornaspæla stútaði Nicklas Bendtner bóltin innfyri aftur og har setti Michael Krohn-Delhi eisini høvdið á og beindi bóltin í málið. So vóru bæði Týskland og Danmark víðari men bara eina løtu.
Tríggjar minuttir seinni varð Cristiano Ronaldo spældur leysur og einsamallur við hollendska málverjanum var Ronaldo ísakaldur og javnaði.
Cristiano Ronaldo er tann sjeyndi spælarin, ið hevur megnað at skjóta mál í trimum ymiskum EM endaspølum. Hinir eru Zlatan Ibrahimovic(Svøríki), Thierry Henry(Frakland), Vladimir Smicer(Kekkia), Helder Postiga(Portugal), Jurgen Klinsmann(Týskland) og Nuno Gomez(Portugal)." (Opta)
Í seinna hálvleiki koppaði alt til fyrimuns fyri Týskland og Portugal. Fyrst legði Cristiano Ronaldo Portugal á odda eitt korter fyri tíð. Eftir skjótálop spældi Nani fyrrverandi liðfelagin í Manchester United leysan og umvegis eina skotfintu endaði bólturin í málinum.
Í hinum dystinum kom Lars Bender framvið í einum týskum álopi, og endaði við at standa leysur í brotsteiginum og skoraði. Málið tók luftina úr danska spælinum, sum ongantíð megnaði at svara aftur.
Týskland og Portugal eru víðari úr Bólki B.
Endaliga støðan í bólki B:
1 Týskland 3 (5-2) 9
2 Portugal 3 (5-4) 6
3 Danmark 3 (4-5) 3
4 Holland 3 (2-5) 0
Týskland Danmark 2-1 (1-1)
1-0 Lukas Podolski, 19
1-1 Michael Krohn-Delhi, 24
2-1 Lars Bender, 80
Danmark: 4-3-3
Stephan Andersen - Simon Poulsen, Lars Jacobsen, Simon Kjaer, Daniel Agger - Jakob Poulsen (Tobias Mikkelsen, 82), Niki Zimling (Christian Poulsen, 79), William Kvist - Michael Krohn-Dehli, Christian Eriksen, Nicklas Bendtner.
Týskland: 4-2-3-1
Manuel Neuer, Philipp Lahm, Holger Badstuber, Mats Hummels, Lars Bender, Bastian Schweinsteiger, Sami Khedira - Thomas Müller (Toni Kroos, 84), Mesut Özil, Lukas Podolski (Andre Schürrle, 64) - Mario Gomez (Miroslav Klose, 74)
Portugal Holland 2-1 (1-1)
0-1 Rafael van der Vaart, 19
1-1 Cristiano Ronaldo, 28
2-1 Cristiano Ronaldo, 74
Portugal: 4-2-3-1
Rui Patricio - Bruno Alves, João Pereira, Pepe, Fábio Coentrão - João Moutinho, Raul Meireles (Custódio, 72) - Nani (Rolando, 87), Miguel Veloso, Cristiano Ronaldo - Helder Postiga (Nélson Oliveira, 64),
Holland: 4-2-3-1
Maarten Stekelenburg - Gregory Van der Wiel, Joris Mathijsen, Jetro Willems (Ibrahim Afellay, 67), Ron Vlaar - Nigel de Jong, Rafael van der Vaart - Arjen Robben, Wesley Sneijder, Robin van Persie - Klaas-Jan Huntelaar