Tað skuldi vera ein gleðisstund, tá føroysku ítróttarfólkini komu aftur av Bermuda í gjár. Síðstu vikuna hava vit fylgt teimum í leikum, hava rópt og fegnast um góðu úrslitini og verið arg, tá tað kiksaði hjá onkrum.
Tað bleiv samanumtikið til 10 gull, 12 silvur og 14 bronsuheiðursmerki. Eitt samlað sjeyndapláss, ið vit herheima nú skuldu gleðast um, saman við ítróttarfólkunum og ferðaliðnum av Bermuda. Tey vóru júst lend í Vágum, á veg út í hvør sítt herðashorn í landinum til móttøkur og annars at gleðast saman við sínum kæru.
Men syrgiliga vanlukkan Á Hálsi í Sandavági fyrrapartin í gjár køvdi gleðina. Tað, sum ikki má henda, hendi kortini. Í slíkum støðum er meiningsloysið størri enn vit menniskju duga at skilja. Vit kunnu ikki annað enn stuðla og styðja okkum til næstakærleikan, ið leiðir okkum menniskju gjøgnum svárar stundir.
Tað var ein góður og vakur tanki, tá Ítróttarsambandið og onnur tóku stig til at savna fólk úti á Landssjúkrahúsinum seinnapartin í gjár. Har vóru avvarandi, ítróttarfólk og onnur, ið so ella so vóru merkt av vanlukkuni. Í øllum meiningsloysinum kunnu slíkar løtur, ið eisini eru at rokna sum eitt slag av tilbúgving og fyrstuhjálp, vera styrkjandi.
Í blaðnum í dag setir ÍSF-forsetin nøkur orð á vanlukkuna. Á djúpu kontrastina millum gleðisrúsin í føroyska ferðalagnum, sum lendi í Vágum sunnumorgunin, og sorgina í kjalarvørrinum á vanlukkuni.
Vikan á Bermuda var ein vika við stórum upplivingum og góðum úrslitum. Hóast sorgarleikin, so hava vit her í blaðnum valt, eisini at fortelja tær søgurnar, nú vit taka saman um Oyggjaleikirnar 2013.
Oyggjaleikirnir á Bermuda fara helst altíð at verða tvinnaðir saman við syrgiligu vanlukkuna. Tað er eisini í lagi, tí á tann hátt livir minnið um tey deyðu víðari, eisini her.
Eisini hiðani leita tankarnir til tykkum avvarandi, ið sita eftir Høgna, Vilhjálm og Hans. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru stund.