Í túsundatali doyggja og heilsuverkið er í sori

Kríggið og ófriðurin í Irak hava kostað fleiri tíggjutúsund irakum lívið. Tey flestu eru kvinnur og børn

Tað vakti stóran ans, tá tað viðurkenda bretska læknatíðarritið Lancet kunngjørdi í oktober, at umleið 100.000 sivilfólk hava latið lív í Irak, síðani kríggið har byrjaði í mars í fjør. Amerikanska stjórnin fanst hvassliga at metingini, og Lancet viðgekk seinni, at ivi var um talið. Serfrøðingarnir á lærda háskúlanum John Hopkins í Baltimore í USA, sum høvdu gjørt kanningina, hildu tó fast um, at talið var á góðari leið.
Nú hevur bretski stovnurin Medact kunngjørt eina nýggja kanning, sum kemur til ta niðurstøðu, at metingin í Lancet var ikki heilt av leið. Stovnurin sigur, at alt fleiri og fleiri sivilfólk lata lív í ófriðinum í Irak, og at uppaftur nógv fleiri fáa varandi mein, tí heilsuverkið virkar als ikki. Sambært Medact er støðan so álvarssom, at heilsustøðan hjá irakska fólkinum er í vanda, sum tikið verður til í frágreiðingini.
Eins og Lancet vísir Medact á, at undan krígnum doyðu flestu irakar av hjartasjúkum ella ymsum varandi sjúkum, men síðani kríggið byrjaði, eru nógv tey flestu deyð av krígsatgerðum ella harðskapi. Lagt verður afturat, at tey flestu, sum doyggja av hesum ávum, eru kvinnur og børn.
Vanliga hevur ST ábyrgdina av at veita fólki í krígsøkjum hjálp, men Medact sigur, at ófriðurin hevur gjørt tað ómøguligt hjá ST og øðrum altjóða felagsskapum at veita irakska sivilfólkinum ta neyðugu hjálpina. Amerikonsk hjálpartiltøk hava heldur ikki virkað, sigur Medact, sum mælir ST til at seta eina óhefta nevnd at kanna, hvussu stóran skaða kríggið hevur gjørt irakska fólkinum, og hvussu heilsustøðan í landinum veruliga er.