Tá túsndtalið syngur við

Í fjør var tað ongan tíð ætlanin, men at enda stóð Hanus G. Johansen á stóra pallinum á festivalinum. Í ár er tó eingin slingur í valsinum. Tá Scorpions eru lidnir á pallinum, verður tað stóri føroyski vísusangarin, sum fer at halda lív í fjøldini

Summar Festivalur

 

- Hanus er fyrst og fremst kendur sum tann fólkakæri vísusangarin, sum dugir at fanga einhvørja mannfjøld – um hon er stór ella lítil.

Millum annað soleiðis varð Hanus Gærdum Johansen lýstur í blaðnum, sum festivalfyrireikararnir í fyrradagin sendu á gøtuna saman við Sosialinum.

Og hetta er neyvan at taka munnin ov fullan. Fáur kann við so einføldum midlum – bara røddi og guittarin – sum Hanus seta lív í fjøldina. Ikki minst hava framúrskarandi tulkingar hansara av Pól F. vunnið sær kult-status her á landi. Og at stóri vísusangurin nú fjórða árið á rað er partur av festival-skránni, sigur væl ikki so lítið um, hvat virði fyrireikararnir síggja í at hava Hanus á skránni.

Og sjálvur tykist sangarin so einki at hava ímóti, at hann aftur er biðin til kanska størsta føroyska tónleikapallin av øllum.

- Eg velji í øllum førum at taka tað sum eina stóra viðurkenning, at eg framhaldandi verði biðin um at koma til Festivalin. Sjálvur havi eg eisini tætt tilknýti til Klaksvík, og tí er stuttleikin ikki minni, at hetta gongur fyri seg í Klaksvík sigur sangarin, sum nú býr í Hósvík.

 

Datt upp á stóra pallin

Tey bæði fyrstu árini á festivalinum var pallurin hjá Hanusi tó ikki stórur. Intimi Silva-pallurin hóskaði kanska eisini betri til hansara stíl, og tó at tað serliga fyrsta árið var sera trongligt hjá áskoðarunum, so merkti hetta ikki framførsluna sum so.

Í so máta kann nærum sigast, at Hanus í fjør datt upp á stóra pallin, tá mjørkin av álvara fór at arga vesturi í Vágum. At útlendsku stjørnurnar vóru seinkaðar kom føroysku bólkunum til gagns, og saman við Eyðun & Terja og Anfinn & Co. var Hanus so heilt avgjørt ein av høvuðsorsøkunum – og kanska tann størsta – til at festivalurin kortini varð bjargaður. At talan var um kanska størstu fjøldina, sum Hanus nakran tíð hevur staðið fyri, tóktist í øllum førum ikki nerva tað minst, tá upprunaskráin á hálvan tíma varð tambað til tað trífalda.

- Tað mundi ganga hampuliga væl. Eg havi eisini spælt á Land & Folk í Danmark, har áskoðarafjøldin hevur verið út ímóti tí sama. Men tað er sjálvandi nakað annað, tá talan er um átta-níggjutúsund føroyingar, sum kenna flestu av sangunum.

Hesa ferð er tó eingin ivi um, at Hanus er eitt av stóru nøvnunum.Fríggjakvøldið verður tað hann, sum fær seinasta orðið á stóra pallinum. Og tá sjálvastir Scorpions standa fyri upphitingini, fær tað neyvan verið størri.

- Talan er í øllum førum um stórar kontrastir í so máta, sigur Hanus flennandi.

- Men tað er sjálvandi eisini eitt stórt herðaklapp at fáa tann møguleikan. Og so má tíðin vísa, hvussu tað fer at ganga, sigur hann lítillátin.

 

Fáa tað tey ynskja

Tá prátið var gjørt, vóru bert góð tvey samdøgur, til Hanus skuldi á palling. Men enn hevði hann tó ikki endaliga gjørt av, hvør skráin fór at verða hetta kvøldið.

- Ikki heilt endaligt í øllum førum. Men har verða heilt víst nógvir slagarar at hoyra. Átjan, saknur og fleiri aðrir, sum fólkið helst kennur, verða so heilt víst á skránni. Tað plagar jú at vera tað, sum fólkið vil hoyra. Men hartil verður sjálvani okkurt annað blandað uppí, so eg vóni, at talan verður um eina góða og fjølbroyta konsert, sigur Hanus.

 

Mynd Hanus