Tíð uppá at vitja aftur

-Vit gleða okkum at vita, hvat tit hava fingist við, meðan vit hava verið burtur, sigur Steffen Brandt, oddamaður í TV-2, sum fer á pall á Summer Festivalinum um vikuskiftið. TV-2 hevur vitjað áður í Føroyum, men árini ganga skjótt, og teir í TV-2 gleða seg at vitja aftur hendavegin og spæla allar teir kendu sangirnar


TV-2 er, um ikki størsta navnið, so annað høvuðsnavnið á ársins Summar Festivali í Klaksvík. Bólkurin hevur megnað at hildið seg á toppinum síðani byrjanina í 1980, og eyðkent fyri bólkin er, at teir øll árini hava endurnýggjað seg, men tó hildið fasta TV-2 stílin, og hava megnað at gerast ein búgvin bólkur, sum hevur nakað at siga bæði ungum og eldri.

Steffen Brandt er oddamaður, sangari og sangskrivari í bólkinum.

Í samrøðu við Rás2 vísti skemtilgi, beinrakni sangskrivarin als ikki aftur, at hann er heilin aftanfyri TV-2.

-Eg skrivi sangirnar, og so taka vit okkum í felag av tí tónleikaliga. Eg eri heppin at hava funnið saman við góðum tónleikarum, segði Steffen Brandt við Ras2.

-Í byjanini var talan um post-pop, og kom hetta í endanum av ensku bylgjuni við New Wave. Poppurin var vorðin fløktur og tíðin var komin at venda aftur til tað einfalda, metir Steffen Brandt.

Sum íblástur í byrjanini, tá nýggj tøkni eisini gjørdi um seg, nevnir Steffen Brandt bólkar sum Human League og so amerikonsku Ramones, sum TV-2 eisini hitaði upp fyri á eini konsert í Keypmannahavn.


Byrjanin

TV-2 spratt úr bólkinum Taurus, sum gav útgávu út í 1978. Í 1980-81 verður bólkurin til TV-2, og kemur við útgávuni Fantastiske Toyota í 1981.

-Tá vit skriva 1982-83 finna vit líkasum egið stev og egið ljóð, heldur Steffen Brandt, og nevnir útgávuna Beat og sangin Popmusikerens Vise, sum gjørdist stóra gjøgnumbrotið hjá TV-2, og sum eisini verður mettur sum fyrsti danski sangur, har sangarin rappar.

Sangurin er , til gleði fyri mong, enn á sangskránni hjá bólkinum og er ætlandi eisini á skránni í Klaksvík um vikuskiftið.


Eydnusamir og keðiligir

Sjálvspeið er greitt ein partur, tá Steffen Brandt úttalar seg ella tá hann skrivar. Tað merkir altíð samrøður, ið hann ger við miðlar, og tað merkir eisini heitini á sangum og útgávum.

Tá talan kemur inn á, at bólkurin skrivar um heimsins eydnusamasta mann og um at vera næstan eydnusamur, samstundis sum bólkurin hevur útnevnt seg sum keðiligasti bólk í Danmark, sigur Brant, at keðiligasta og eydnusamasta kanska hongur saman.

-Men samstundis var tað so, at øll lýsingarorð vóru nýtt, og bert heitið sum keðiligasti bólkur var eftir, og tað vildi ongin annar hava sitandi á sær.

-Og enn hevur ongin roynt at tikið heitið frá okkum, sigur Steffen Brandt skemtiliga.

Steffen Brandt, sum av mongum verður mettur sum gløggur høvundur, sigur seg fáa íblástur úr bókum.

-Bøkur, ið eru klassikarar, hava enn nógv at siga okkum. Tað er eisini ein góð kensla at kunna standa á herðunum á teimum, ið gingu undan, sigur Steffen Brandt.


Kærleiki á mánanum

Um sangin De første Kærester på Månen sigur Steffen Brandt, at hetta er óhugsandi støðan, men at dentur má leggjast á, at kærleikin bert eydnast, um ein trýr uppá kærleikan.

-Vónin og trúgvin á kærleikan vinnur á øllum, sigur Steffen Brandt.

Nýggjasta útgávan kallast Showtime.

-Hetta er poppur, men hóast tað eru hetta eru hugsanir um at vera til í heiminum í dag. Vit eru ein vaksin og búgvin bólkur, ið hevur 30 ár á baki, so vit royna at koma inn á eksistentiellar spurningar, sigur Steffen Brandt.


Aftur í Føroyum

TV-2 hevur vitjað í Føroyum áður og hava spælt í Havn og í Suðuroynni.

-Tað var góð uppmøting, fólk kendu sangirnar og sungu við, og vit fingu nógvar góðar vinir, sigur Steffen Brandt um undanfarnu vitjanirnar

-Ov long tíð er gingin síðani vit vitjaðu seinast og tað er tíð uppá at vitja aftur í Føroyum. Vit gleða okkum at vita, hvat tit hava fingist við, meðan vit hava verið burtur, sigur Steffen Brandt við eyðkenda skemtiliga tónanum.

Spurdur um, hvat føroyingar kunnu vænta sær at hoyra í Klaksvík um vikuskiftið sigur Steffen Brandt, at TV-2 í summar ferðast á teir donsku festivalarnar, og at teir hava savnað kendar sangir frá øllum árunum við TV-2, og at nakrir sangir av nýggjastu útgávuni eisni eru á skránni. Nakrir sangir eru lagdir tilrættis av nýggjum, men sangirnir eru teir somu og sama søgan verður søgd.

-Vit mugu minnast til at “brokke os”, men mugu eisini “finde plads til begejstring”, sigur Steffen Brandt, og sipar til kendar sangir hjá TV-2, sum óivað verða at hoyra í Klaksvík um vikuskiftið.