Út við 80 feløg hertaka Vaglið í dag

Tað verður ein stór mótmælisgonga, sum fer at ganga av Farstøðini niðan á Vaglið í Havn á middegi í dag, tá 73 áhugafeløg og fakfeløg hava kallað saman til mótmælisgongu at mótmæla ætlaða flatskattinum og skattingini av pensjónini við inngjaldi.

Feløgini heita á fólk um at møta »larmandi og fjølment« til mótmælisgonguna.

– Vit ganga av Farstøðini og niðan á Vaglið. Har siga vit kortanei til flatskatt og krevja, at politikararnir halda fingrarnar vekk frá okkara pensjónum. Latið okkum vísa teimum, hvør hevur veruliga valdið, skrivar eitt nú Føroya Lærarafelag í sínari heimasíðu.

Í samband við stóra mótmælistiltakið í dag klokkan 12 verða bussar, sum koyra úr Norðoyggjum, Eysturoynni og Norðstreymi.

Bussar koyra ókeypis úr Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Toftum, Runavík, Skálabotni, Oyrabakka, Tjørnuvík, Streymnesi, Hósvík, Kollafirði og Vestmanna.

Ferðaætlan:

Bussur koyrir úr Klaksvík kl 10:00

?Bussur koyrir frá Muntra í Fuglafirði kl. 10.30

?Bussur koyrir frá húsinum hjá Leirvíkar Arbeiðarafelag kl. 10.10

?Bussur koyrir frá Gøtugjógv (Gøtuvegur 17) kl. 10.20

?Bussur fer av Toftum kl. 10.00 og steðgar í Runavík og Skálabotni

?Bussur fer úr Tjørnuvík 10:00, koyrir av Oyrabakka kl 10:30 og støðgar í Streymnesi, Hósvík og í Kollafirði á veg til Havnar

?Bussur fer av keiini í Vestmanna kl. 10.30

?Avtalað verður í bússinum nær teir koyra heim aftur.

– Øll mótmælisfólk eru vælkomin við bussunum, sum eru ókeypis, siga fyrireikararnir.