­ Tú virðismetir alt meira heima

At fara burtur í onnur lond at ganga í skúla, og uppliva hvussu onnur fólksløg liva, fær teg at verða takksom fyri tað, sum tú kemur frá, sigur Svanna H. Joensen, sum hevur stóra samkenslu við fólkini í Honduras, har hon gekk í skúla í fjør

BBC og Internetið hevur verið væl vitjað av Svannu Højgaard Joensen seinastu dagarnar, og hon harmast útlitini í landinum, har hon var í fjør.

Umframt at fólk í mió. tali eru vorðin heimleyst og fleiri túsund eru deyð, hevur landið stórar trupulleikar at berjast við, nú samfelagið er vorðið lamið, sigur Svanna Højgaard Joensen.

Hon var eisini 17 ára gomul, tá hon í 1997 fór til Honduras sum AFS næmingur. Hansi og Svanna eru vinkonur og trímenningar, og tað var eisini orsøkin til, at Hansi júst fór til Honduras at ganga í skúla.

Hon búði í Tegucigalopa, sum er høvuðsstaðurin í Honduras, har hon búði hjá ríkari familju, sum áttu trý børn. Maðurin var stjóri í eini fyrtøku og konan lærari á universitetinum.

Svanna gekk í privatskúla, men hann var einki at reypa av. Skúlaviðurskiftini eru vánalig, men kortini heldur Svanna, at hon lærdi nógv hetta árið.

­ Eg gekk í privatskúla, har vanlig børn gingu. Tað ørkymlaði tey ikki sørt, at eg hevði privatbilførara, sum koyrdi meg til og frá skúla.

Honduras hevur sosialistisk stýri, og seinastu árini hevur stjórnin gjørt nógv fyri at menna samfelagið.

Har verður framleitt kaffi, sukur og sigarir, sum serliga eru væl umtóktar, nú prísurin á cubasigarum er nógv hækkaður, sigur Svanna frá.


Framleiðsl og tól

eru oyðiløgd

­ Í fjør greiddi stjórnin íbúgvarunum, sum áður ikki hava goldið skatt, at neyðugt var at fara undir skattaskipan, fyri at menna samfelagið.

­ So mikið syrgiligari er tað nú, at alt, sum er bygt upp seinastu árini, er skolað burtur av ódnini. Jørðin er oyðiløgd, og tað fer at taka drúgva tíð at byggja landið uppaftur, sigur Svanna.

Hon hevur verið í býnum, har Hansi nú býr, og sigur frá, at býurin er ovarlaga í einum stórum dali.

­ Ein lítil bygd við umleið 7000 íbúgvarum niðast í dalinum við áarmunnan. Hann er skolað burtur, og tað eru stór landøki eisini aðrastaðni í landinum.

­ Hvussu kennist tað at verða áskoðari til vanlukkuliga støðuna í landinum, sum tú hevur tilknýti til?

­ Tað virkar ótrúliga ræðandi, og tú hugsar um hetta alla tíðina. Eg havi roynt at fylgt við á Internetinum og í BBC. Annað fært tú ikki gjørt, sigur Svanna, sum heldur, at hon hevur lært nógv av at fara burtur, við at læra onnur fólkasløg at kenna, og teirra viðurskifti.

­ Tá virðismetir tú alt meira tað herheima, og er takksom, at vit ikki kenna til slíka neyð, sigur Svanna, sum nú gongur í Studentaskúlan í Hoydølum.


Hugsar øðrvísi

Í frítíðini arbeiðir í Horninum í SMS og vísir á hending, sum hon annars ikki hevði gáað eftir, áðrenn hon fór burtur.

­ Ein dagin komu nakrir hálvvaksnir dreingir inn í kioskina. Ein teirra misti eina krónu á gólvið, og teir fóru undir at sparka hesa krónuna millum sín.

Tá teir góvust við hesum spælinum, fóru teir víðari, men tóku ikki krónuna við sær.

­ Tá kom eg í tankar um, at ein litur av mjólk í Honduras kostar eina krónur, og at hesir dreingirnir ikki virðismettu krónuna so frægt, at teir tímdu at bukka seg niður eftir krónuna.

­ Tú virðismetir alt meira, tá tú hevur sæð, hvussu onnur fólkasløg liva, og hvussu nógv vit hava herheima. Tað verður tú takksom fyri á øðrvísi hátt, tá tú kennir munin, sigur Svanna Højgaard Joensen.