Tað almenna ordnar alt fyri okkum

Tíðindaflutningurin um lønarúgjaldingar er so sum so,
alt velst um áramálini í okkara viðbrekna samfelagi

Onki er at taka seg aftur í, at føroyski politikarin hevur eina góða ætlan við at okkara ungu - so tætt við øll sum gjørligt - skulu taka eina miðnámsútbúgving og helst eina víðari útbúgving, tí “framtíðin er vitan:

at vælferðin skal økjast ár fyri ár
at børnini, tey eldru og veiku skulu fjálgast um so trygt sum gjørligt
at samfelagið skal hava sama nýmótans kervi, sum londini uttan um okkum
at tað almenna umsitingarliga ikki skal standa aftanfyri okkara brøðratjóðir
at frítíðarmøguleikarnir ikki skulu vera eftirbátur men alt meiri framkomnir
at okkara samfelag skal hava allar teir stovnar, londini uttan um okkum hava
at tað almenna skal klára alt fyri okkum, sum er ein tiltakandi hugburður.

Vit eiga at minna okkum sjálvi á, at landið er lítið og viðbrekið, er fjarlagt frá meginlandinum. Tað verður ongantíð nóg ofta endurtikið og mint á, at so gott sum einasta útflutningsvøran enn er fiskur við sínum 96% av útflutningsvirðinum, sum tað hevur verið nærum seinastu 100 árini og tó so fáar liðugt framleiddar vørur eftir heila øld við øktum framleiðslukostnaði.

Føroyar ein politiskur vanskapningur
Føroyar hava ein sera stóran og óyvirvinnuligan vansa – ein politiskur vanskapningur - eina ferdimensión politiskt, vinstra, høgra, samband og sjálvstýri. – So leingi vit hava hetta, verður skilið ella óskilið hareftir ella rættari sagt onki skil á.

Hóast alt hetta, eru Føroyar sum onnur lond, nú bygd upp soleiðis, at frá tí barnið er føtt til um 30 ára aldur er størsti partur bundin soleiðis, at “tað almenna ordnar alt fyri okkum”. Eftir útbúgving fer fólkið út á arbeiðsmarknaðin í eini 30 ár, helmingurin í starv í tí almenna, fjórðingurin í avleiddu vinnum frá tí almenna, meðan seinasti fjóðringurin fer í óbundið privat arbeiði, tíbetur nakrir gerast íverksetarar. – Seinasti parturin av lívinum verður so aftur klára av tí almenna fyri tað mesta. Londini uttan um okkum hava sæð vandan og álvarsemið í eyguni og gera nakað við tað.

Manipulerað hagtøl í tíðindaflutninginum
Tá alt hetta er sagt, átti at komið ein broyting í partar av búskaparligu og hagtalsligu útsøgnunum og tíðindaflutninginum, tí tølini eru misvísandi og kunnu gera skaða.

T.d. hevur seinastu tíðina verið sagt, sum onkutíð fyrr og endurtikið ferð eftir ferð, at “lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni er hækkandi”.

Er tað nú tað? Ok, men sjálvandi er spurningurin hvørji áramál talan er um, tí fýra ár er stutt tíðarskeið og eitt ár er onki eftirfarandi í turbolentum ídnaði. Taka vit frá 2007 til og við 2010, sum er á forsíðutalvuni hjá Hagstovuni, er støðan henda:

- fiskivinnan o.o. ráevnisvinna hevur afturgongd við uml. 200 mió. krónum
byggivinnan o.o. tilvirking, lækkað við umleið 150 mió. krónum
privatar tænastuveitingar eru lækkar við umleið 50 mió.krónum
Meðan almenn fyrisiting o.a. tænastur eru hækkaðar við stívliga 300 mió. krónum.

Lønarútgjaldingar fyri teir tríggir privatu partarnir lækka við meiri enn 400 mió krónum, meðan almenni parturin hækkar lønarútreiðslurnar við stívliga 300 mió. krónum. So tað er skeivur tíðindaflutningur, tí talan snýr seg bert um eitt ár heldur enn fleiri áraskeið, sum vísir virknaðin í longri høpi, sum tí er meiri eftirfarandi.

Talan er tí um manipulatión í tíðindaflutninginum – møguliga ótilvitað men grunt.

Landspolitikarar sleppa sær undan
Nú tørvur er á peningi í landskassanum, tí lyftini eru ov mong, verða eirðindaleyst skumpaðar útreiðslur yvir á hart sperdu vinnuna, hon er í alstórum trupulleikum, klárar ikki at endurnýggja seg og føða samfelagsins almennu útreiðslur, síðani verða kommunurnar tyngdar fyri aðrar útreiðslur umframt privatar avgjaldshækkingar. – Hetta er ikki bara óskikkur, men má halda uppat og broytast, so landið yvirlivir.

Eitt stendur tó eftir: “Tað almenna klárar alt fyri okkum”, hvør enn tann almenni so er, og hvør ið fíggjar?

Til seinast fari eg tó at ynskja Fólkaflokkinum eina hepna hond við byrjanini av niðurlaging av almmenna geiranum, og at aðrir flokkar taka eftir í verki.