Tað ber ikki til at býráðslimir sleppa at renna út og inn sum teir vilja

Verður tað neyðugt, má lógin broytast, heldur býráðslimur í Havn

– Tað kann ikki vera rætt, at býráðslimir kunnu renna út og inn í sambandi, sum teir vilja í sambandi við farloyvi.

Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin.

Og hann sigur, at verður neyðugt eigur lógin at verða broytt, soleiðis at tá ið ein býráðslimur fer í farloyvi, skal hann vera í farloyvi í minst eina viku, ella tvær, fyri at forða fyri, at teir kunnu koma aftur í býráðið áðrenn henda freistin er farin.

Rok hevur tikið seg upp í Tórshavnar Býráð eftir ein býráðsfund í fyrradagin.

Tann 12. desember bað Gunvør Balle um farloyvi, men longu á býráðsfundi 18. desember møtti hon aftur á býráðsfundi.

Og hetta elvdi til rok, tí teir seks býráðslimirnir í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sum eru í minniluta í býráðnum, siga, at hetta er brot á alla siðvenju, tí hesi seinastu 40 – 50 árini hevur mannagongdin verið, at tá ið býráðslimur biðjur um farloyvi skal hann vera í farloyvi í minst tvær vikur.

Minnilutin sigur, at eitt endamál við hesum er at forða fyri, at býráðslimir renna inn og út úr býráðnum sum teir vilja, kanska fyri at sleppa undan at taka støðu til mál, sum teir vilja snúgva sær undan at taka støðu til.

Ein býráðslimur ikki sleppa at sjúkramelda seg frá býráðsfundi ein mikudag, har eitt keðiligt mál er til viðgerar, sum býráðslimurin helst vil sleppa frá at taka støðu til. Men dagin eftir er fundur í teknisku nevnd, har eitt eitt mál er til viðgerar, sum býráðslimurin hevur alstóran áhuga í, og so meldar hann seg bara frískan aftur, sigur Annfinn Brekkstein.

Hann sigur, at tí hevur tað verið ein føst mannagongd, at ein býráðslimur skal verða burtur í minst 14 dagar fyri ikki at misbrúka farloyvisskipanina og til egnan fyrimun.

 – Tí hevur tað verið ein føst mannagongd, at ein býráðslimur skal verða burtur í minst 14 dagar fyri ikki at misbrúka farloyvisskipanina og til egnan fyrimun, sigur Annfinn Brekkstein.

Og tey halda ikki, at mannagongdin kann broytast frá degi til dags, uttan at býráðslimir hava havt høvi til at umrøða tað, og tí hevur minnilutin gjørt av at boykotta arbeiðið í býráðnum til vissa fæst fyri at rættartrygdin er komin í rættlag sum tey siga.

Men Annika Olsen, býráðslimur sigur, at hetta er skeiv mannagongd, tí tað stendur í beinleiðis lógini, at býráðslimur skal møta aftur í býráðnum, tá ið hann er førur fyri tað, uttan at hugsa um, hvussu leingi farloyvið hevur vart.

https://www.in.fo/news-detail/news/byradid-i-havn-hevur-borid-seg-skeivt-at-seinastu-40-50-arini/Les eisini: Tórshavnar Býráð hevur borið seg skeivt at seinastu 40 – 50 árini

Sostatter einki krav í lógini um, at býráðslimur skal vera í farloyvi í minst 14 dagar, og tað hava bæði kommunala eftirlitið, og ein annar sakførari, váttað.

Hon sigur, at tískil hava tey ikki gjørt annað enn at rætta eina skeiva mannagongd.

Les meiri her um, hvat Annfinn Brekkstein heldur um málið: Misbrúk av farloyvisskipanini hjá Tórshavnar Býráð