? Eg havi gjørt tað, sum eg havi kunnað. Teir pengarnir, eg hevði til taks, havi eg býtt sundur eftir bestu sannføring
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður sigur, at hon harmast um, at býráðslimir í Havn føla seg snýttar, tí at hon skal hava sett ov lítið av til barnaansing á komandi fíggjarlóg
?Í 1998 og 1998 skuldi útreiðslurnar hjá landsstýrinum til barnaansing lækka úr 40% niður í 30%, samstundis sum útreiðslurnar hjá kommununum skuldi hækka úr 30 uppí 35%.
Av hesum broytingum fekk landsstýrið 10 milliónir meiri at ráða yvir hesi bæði árini og tann peningurin skuldi brúkast til at nøkta tørvin á barnaansing.
Tí var misnøgdin stór, tá ið fíggjarlógin fyri komandi ár varð løgd fram og Helena Dam á Neystabø bara hevur sett 1,5 millión av til barnaansing.
(Sí greinar aðrastaðni í blaðnum).
Harmast
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon harmast um, at tey føla seg snýtt.
Men hon heldur, at hon kundi ikki havt gjørt meiri.
?Tá ið fíggjarætlanin fyri komandi ár skuldi gerast, fekk eg eina ávísa upphædd at ráða yvir til almanna og heilsuøkið.
? Og teir pengaranr havi eg býtt sundir ímillum tey ymsu økini eftir bestu sannføring, soleiðis, at øll fáa sín tørv nøktaðan so dánt, uttan at prioritera so harðligt, at ávís øki verða heilt offrað.
Annars vísir hon á, at landsstýrið hevur brúkt meiri pengar enn vanligt til hesi endamálini.
? Telja vit tað 1,5 milliónina, sum ætlanin er at seta av komandi ár, hava vit brúkt fimm milliónir í 1998 og 1999 til barnaansing.
Ber ikki til
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað skal vera langt frá sær at siga, at tað er nóg mikið sett av til barnaansing komandi ár.
? Men eg haldi heldur ikki, at tað ber til at føra politikk uppá henda mátan, at landsstýrismenn ganga hvør sær og gera avtalur, sum binda komandi landsstýrið fleiri ár fram í tíðina.
? Tað ber ikki til at geva kommununum óavmarkaðar heimildir at byggja út, og at senda rokningarnar til landskassan. Slíkar avtalur ber ikki til at gera.
Men nú er talan um eina avtalu. Eigur landsstýrið ikki at halda eina avtalu?
? Tað er fíggjarlógin, sum er tann evsta lógin. Og tað er fíggjarlógin sum avgerð, hvørji lyfti, kunnu haldast.
?Tað ber ikki til ganga útum fíggjarlógina, og tað vita býráðslimir í Havn eisini fullvæl, sigur Helena Dam á Neystabø.
?Sjálvandi ber til hjá tinginum at hækka játtanina til barnansingina, og tað farið eg als ikki at seta meg ímóti.
?Men so skal tað antin takast av avlopinum á fíggjarlógini, og tað eru nógvar ávaringar ímóti at avlopið er ivaleysa lítið, sum er.
Ella skal skal tað skarvast av onkrari aðrari játtan.
Annars sigur landsstýrismaðurin, at talan er ikki meiri enn so um eina eina avtalu millum landsstýrið og kommunurnar, enn at tað stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at lækka prosentpartin hjá landinum til barnaansing, at landsstýrið kann brúka ein part av sparingunum til at økja um ansingarplássini.
? Nakað annað skrivligt skjal um eina slíka avtalu er ikki til, sigur landsstýrismaðurin.